Sjálvgreiðslan
Skriva út
Norðoya Bú- og Heimatænasta
Lagt út: 01.10.19
Umsóknarfreist: 16.10.19

Føðsluhjálpari til køkin á Heiminum við Vágna

Vit sóknast eftir
Føðsluhjálpara til køkin á Heiminum við Vágna á starvsbrøki 0,4875 at byrja skjótast gjørligt.

Arbeitt verður í dagtímunum og annaðhvørt vikuskifti.

Endamálið við starvinum er saman við deildar- og køksleiðara at menna umskipanina av mattænastuni á Heiminum við Vágna, ið fyrst og fremst skal tryggja eldri borgarum góðan og føðsluríkan kost eftir tørvi.

Á Heiminum við Vágna eru 24 pláss, skipað í tríggjar eindir. Á ovaru hæddini búgva 16 fólk á 2 eindum. Niðara hæddin er skipað sum umlættingareind, har málið er at stuðla undir eitt so virkið og innihaldsríkt lív sum gjørligt í egnum heimi - hóast førleikatarn.

Dagtilhaldið á Heiminum við Vágna og dagtilhaldið Búðatrøð húsast somuleiðis á niðaru hæddini - her vitja umleið 25-30 fólk dagliga.

Førleikakrøv og karmar
Til starvið krevst áhugi fyri føðslugóðum kosti og hegni til at starvast í einum køki. Royndir frá einum stórkøki kann vera ein fyrimunur.

Vit vænta, at tú er álítandi, røkin og hevur góð evni at samskifta og samstarva, soleiðis at tú stuðlar undir trivnað og gott arbeiðsumhvørvi. Eisini vænta vit, at tú megnar at arbeiða sjálvstøðugt við góðum yvirliti og ábyrgdarkenslu.

Roknast kann við, at virksemið verður víðkað, og tað krevur, at tú ert fleksibul í mun til at loysa skiftandi arbeiðsuppgávur og til framhaldandi at menna tænastuna.

Vit kunnu bjóða eitt arbeiðspláss við góðum kørmum og góðari innleiðslu.

Virksemið hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu, NBH, tekur støði í nærveru, fleksibiliteti og høgum fakligum støði. Hesi virði síggjast aftur í visjónini fyri NBH, sum er soljóðandi:

  • NBH strembar eftir at skapa fjøltáttaðar møguleikar fyri nærveru, eldru borgarum, avvarðandi og starvsfólkum at gagni.
  • NBH vil raðfesta fleksibilitet og samskapan í teimum loysnum, ið framyvir skulu finnast á eldraøkinum.
  • Fyritreytin er eitt hugvekjandi øki, sum er grundað á álit, høgt fakligt støði og virðing.

Lønar- og setanartreytir
Verða sambært galdandi sáttmála millum Fíðggjarmálaráðið og Kost og Føðslufelag Føroya.

Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Katrin Hansen, deildarleiðara fyri Heimið við Vágna, á tel. 793440 ella við telduposti til katrinha@nbh.fo ella við at venda sær til Hannilenu Jacobsen, køksleiðara, á tel. 793442.

Umsókn, við avritum av prógvum v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.

Umsóknarfreistin til starvið er á middegi mikudagin 16. oktober 2019.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.