Sjálvgreiðslan
Skriva út
P/F Dvøljan
Lagt út: 15.09.20
Umsóknarfreist: 03.10.20

Burger King í SMS søkir eftir tænastuleiðara

Ert tú okkara nýggi tænastuleiðari?

Burger King liggur mitt í hjartanum í SMS. Tú fært møguleika at vera við í okkara framhaldandi menning saman við einum dugnaligum starvsfólkahópi.

Uppgávurnar hjá tænastuleiðaranum eru fjølbroyttar. Eitt nú skalt tú gera mat við allari rávøruni, sum vit brúka til okkara burgarar o.a. Harafturat skalt tú arbeiða við kassan umframt aðrar uppgávur. Sum tænastuleiðari hevur tú ábyrgdina av vaktini, tú arbeiðir, og skalt tú syrgja fyri, at alt er í lagi.

Sum partur av Burger King fert tú at læra um gott heilsufrøðiligt arbeiðslag til matgerð, um reinføri og viðlíkahald av køkinum, og um hvussu tú fært arbeiðsdagin at ganga væl.

Sum persónur skalt tú vera alítandi, ábyrgdarfull/-ur og ein góð fyrimynd. Viðkomandi arbeiðsroyndir eru ein fyrimunur. Starvið verður sett skjótast gjørligt.

Hevur hetta tín áhuga, kanst tú senda eina umsókn til andreas@burgerking.fo

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna