Sjálvgreiðslan
Gist & Vist
Lagt út: 06.08.19
Umsóknarfreist: 25.08.19

Bitin leitar eftir uppvaskara

Bitin leitar eftir einum arbeiðssomum persóni at vaska upp 20-25 tímar um vikuna.

Arbeiðstíðirnar eru skiftandi.

Bitin er ein nýupplatin matstova mitt í Tórshavn, sum borðreiðir við nýhugsaðum smyrjibreyði, salatum, køkum o.ø.

Opið er mánadag-leygardag kl. 11.00-20.00.

Í bitanum leggja vit stóran dent á, at starvsfólk okkara trívast og hava tað stuttligt, meðan tey eru til arbeiðis.

Ljóðar hetta sum rætta starvið og arbeiðsplássið fyri teg?

So send eina umsókn til susanna@bbitin.fo

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.