Sjálvgreiðslan
Gist & Vist
Lagt út: 08.08.19
Umsóknarfreist: 22.08.19

Avloysari til móttøkuna á Hotel Føroyum

Hevur tú áhuga fyri ferðavinnu? Og ert tú strukturerað/ur og tænastusinnað/ur? So er tað møguliga tær, vit leita eftir. Hotel Føroyar leitar eftir einum avloysara til móttøkuna.

Vit vænta, at tú kanst arbeiða í vikuskiftunum og annars, tá ið tørvur er á tí.

Uppgávur:

  • Fyrisitingarligar uppgávur í samband við móttøkuarbeiði
  • At inn- og útskriva gestir
  • Hjálpa og vegleiða okkara gestum við teirra fyrispurningum

Vit bjóða tær góða upplæring, eitt spennandi arbeiðsumhvørvi umframt góðar og dugnaligar starvsfelagar.

Umsóknarfreistin er 22. august 2019.

Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin til at ringja til móttøkuleiðara Vanju Carlsen á 217596.

Send tína umsókn til vanja@hotelforoyar.fo

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.