Sjálvgreiðslan
Skriva út
Daddan
Lagt út: 07.11.19
Umsóknarfreist: 22.11.19

Vit leita eftir tær!

Søkt verður eftir fólki, til nýggja spennandi fyritøku.

Um okkum:
Vit eru ein nýggj fyritøka, ið fer at umsita barnaansing. Hetta fevnir um, at fara út til heimið hjá fólki, at ansa børnum teirra, heintan í barnagarði og annað virksemi.

Vit vænta:

  • At tú tímir at arbeiða við børnum
  • At tú ert ábyrgdarfull/ur og sjálvbjargin
  • At tú sjálv/ur finnur flutning til arbeiðsstaðið
  • At tú megnar, at skapa eitt trygt umhvørvi, við virðing og umsorgan fyri einstaka barninum og foreldrum teirra

Vit bjóða tær:
Eitt starv, har tú kemur at skapa stuttligar og hugnaligar løtur saman við børnunum. Dentur verður lagdur á, at børnini eru í einum tryggum umhvørvi, har tey væntandi fáa tætt samband til dadduna.  

Hjá okkum, verður tú partur av einum felagsskapi, ið hugsar kreativt, og har tú sjálv/ur kemur at skipa tín arbeiðsdag.

Løn og setanartreytir:
Løn sambært avtalu.

Meira fæst at vita:
Meira fæst at vita, við at venda sær til umsitingina: Heidi Jónsveinsdóttir Simonsen ella Jórunn Gudmundsen, á tlf: 259986.

Umsóknarfreist:
Umsóknarfreistin er: 22 /11-2019.

Umsókn o.a. skal sendast til daddan@daddan.fo

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.