Sjálvgreiðslan
Skriva út
Gjaldstovan
Lagt út: 19.05.20
Umsóknarfreist: 04.06.20

Vilt tú vera við til at menna størstu búskaparskipanina í Føroyum?

Gjaldstovan leitar eftir KT mennara til Búskaparskipan landsins

Starvið
Høvuðsuppgávan er at menna og umsita størstu búskaparskipanina í landinum, ið er avgerandi partur av føroysku búskaparstýringini. Tí verður stórur dentur lagdur á støðugt at menna loysnir til føroysku fyrisitingina. Deildin í Klaksvík stendur fyri menningaruppgávunum í Búskaparskipan landsins.

Búskaparskipanin fatar um allan almenna roknskapin og av nýggjum skipanum, ið vit nýliga hava ment, kunnu nevnast:

  • ferðaavrokningarskipan til at umsita uppgerð av uttanlandsferðing
  • skipan til Løgtingið at stuðla undir arbeiðinum við fíggjarlóg
  • konsernuppbygd debitorskipan

Starvsinnihald
Høvuðsuppgávan er at umsita og menna Búskaparskipan landsins.

KT trygd er ein av grundarsteinunum í øllum virkseminum á Gjaldstovuni, og hevur Búskaparskipan landsins ábyrgdina av, at tænasturnar verða riknar trygt og effektivt. Arbeiðsuppgávurnar eru eisini:

  • at hava eftirlit við markamótum til nógvar og ymiskar loysnir
  • at hava eftirlit við at allar flytingar eru gjørdar frá skipanum, ið hoyra undir Búskaparskipan landsins, soleiðis at roknskapurin altíð er dagførdur
  • at skipa fyri at uppstiga skipanir, undir hesum at samskipa royndarkoyringar o.tíl.
  • at standa fyri at menna verandi arbeiðsgongdir í Búskaparskipan landsins
  • at samskifta við KT veitarar

Tøknin í nógvum av tænastunum í Búskaparskipan landsins er bygd á Oracle. Umframt Oracle brúka vit :

  • Oracle APEX, sum er ein rammuskipan til at menna vevskipanir
  • samskiftisloysnir við aðrar KT loysnir, sum verða mentar sum vevtænastur í Heldini, sum er partur av Talgildu Føroyum
  • Lasernet, sum m.a. verður nýtt til at menna útskriftir
  • PL/SQL, sum er innbygda málið í Oracle dátugrunnum
  • SQL

Aðrar skipanir verða mentar í løtuni, og hevur tú hug at gerast partur hesum, vilja vit gjarna hava eina umsókn frá tær.

Førleikar og útbúgving
Vit ímynda okkum, at tú hevur í minsta lagi útbúgving, sum samsvarar við telduatstøðing ella bachelor í KT.

Tað er týðandi, at tú ert fryntlig/ur og fyrikomandi, tí nógv samskifti er við starvsfelagar, brúkarar og  KT veitarar. Búskaparskipan landsins stuðlar undir almenna roknskapin, og tí er tað ein fyrimunur, hevur tú góða fatan av roknskapi.

Setanar- og lønarviðurskifti
Starvið er fulltíðarstarv og verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og viðkomandi yrkisfelag. Starvið verður lønt eftir, hvørjar royndir og viðkomandi útbúgving, tú hevur.

Tú fert at starvast í einum nýhugsandi og framfýsnum KT umhvørvi saman við dugnaligum og ágrýtnum starvsfeløgum. Vit stremba eftir, at karmarnir eru góðir at gera arbeiðið til fulnar.

Starvsstaður
Starvsstaðurin er á skrivstovuni í Klaksvík og kann seinni verða broyttur til Albert Hall á Argjum.

Umsókn
Umsókn við prógvum og møguligum viðmælum skal verða send til starv@gjaldstovan.fo

Umsóknin skal hava frámerkið “KT mennari til Búskaparskipan Landsins”.

Meiri kunning um starvið fæst við at venda sær til Dáva Johannesen, deildarleiðara, á 35 24 85 ella 21 24 41 og davur@gjaldstovan.fo

Umsóknarfreistin er hósdagin 4. juni 2020.

 

Gjaldstovan hevur, síðan hon varð stovnað í 1939, verið kjarnin í allari almennari búskaparstýring í Føroyum. Í dag stuðlar KT undir alt arbeiðið á stovninum. Stovnar landsins eru knýttir í miðsavnaða kervið hjá Gjaldstovuni, sum umsitur roknskap, løn og KT fyri landið. Verkætlanin Talgildu Føroyar er eisini staðsett á Gjaldstovuni.

Gjaldstovan húsast í Albert Hall á Argjum. Vit eru gott 60 starvsfólk á Gjaldstovuni, og 5 teirra eru á deildini í Klaksvík, ið stendur fyri menningaruppgávunum í Búskaparskipan landsins. Vit leggja dent á, at starvsfólk trívast og mennast og skipa javnan fyri fakligum og sosialum starvsfólkatiltøkum.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.