Sjálvgreiðslan
Skriva út
Bústaðir
Lagt út: 22.04.21
Umsóknarfreist: 10.05.21

Vilt tú menna føroyska bústaðamarknaðin saman við okkum?

Virksemið á Bústøðum økist aftur. Tí verður søkt eftir enn einum verkætlanarleiðara.

STARVIÐ
Sum  verkætlanarleiðari fert tú at arbeiða í einum toymi, har tín uppgáva verður at hava ábyrgdina av dagliga samskiftinum við okkara samstarvspartar í sambandi við verkætlanirnar. Her verður m.a. hugsað um byggifundir, uppfylging av avtalum, góðskutrygging og at tryggja, at gjørdar avtalur í sambandi við fíggjar- og tíðarætlanir verða hildnar. Okkara verkætlanir umfata alt innan nýbygging, umvæling og viðlíkahald av bygningum til leigubústaðir og lutaíbúðir.

FØRLEIKAR
Tú skalt hava viðkomandi útbúgving innan byggivinnuna, t.d. sum byggiverkfrøðingur, byggifrøðingur ella arkitektur. Tað er sera umráðandi, at tú hevur royndir innan tilboðsgeving og íbúða- og/ella sethúsabygging. Góðir telduførleikar eru ein sjálvfylgja eins og tú skal kunna hava nógvar bóltar í luftini samstundis og kunna arbeiða sjálvstøðugt. Royndir sum verkætlanarleiðari og/ella byggileiðari eru fyrimunir. 

UMSÓKNARFREIST
Freistin at søkja er mánadagin 10. mai 2021. Lønar- og setanarviðurskifti verða skipaði sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag. Umsóknir verða at senda til bustadir@bustadir.fo.

Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú venda tær til Andras Róin, stjóra, á telefon 210609.

Bústaðir er alment bústaðafelag, ið fíggjar, umsitur og rekur leigubústaðir. Sum alment bústaðafelag tryggja vit, at skipaði viðurskifti eru á leigu- og lutaíbúðamarknaðinum, at dygdin á bústøðunum er í lagi, og at fíggjarkarmarnir til umvæling, rakstur og viðlíkahald eru hóskandi. Hjá Bústøðum eru 17 starvsfólk. Vit hava 373 leigumál í dag, og omanfyri 100 bústaðir eru í gerð. Við nýggjari lániheimild frá Føroya Løgtingið skulu afturat hesum 300–500 bústaðir fáast til vega. Sí meira um um Bústaðir á heimasíðu okkara www.bustadir.fo.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna