Sjálvgreiðslan
Skriva út
Landsverk
Lagt út: 02.06.21
Umsóknarfreist: 21.06.21

Vil tú vera við til at menna og tryggja føroyska infrakervið?

Landsverk søkir eftir 2-3 tekniskt sterkum, ágrýtnum og sjálvstøðugum starvsfólkum at taka sær av framtíðarloysnum, planlegging og ferðslutrygd og øðrum í sambandi við føroyska infrakervið

Ein av høvuðsuppgávunum hjá Landsverki er at taka sær av føroyska infrakervinum. Hetta hevur við sær planlegging, projektering, nýgerð og viðlíkahald, ferðslutrygd, ferðsluhagtøl og tilbúgving á øllum infrakervinum hjá landinum. Uppgávurnar eru staðsettar í deildini Infrakervi á Landsverki, har tú fert at hava tín gerandisdag.

Arbeiðsuppgávur
Talan er um eitt fjølbroytt og spennandi starv, har tú í stóran mun hevur møguleika at menna og mynda innihaldið í planleggingararbeiðinum hjá Landsverki. Høvuðsuppgávurnar eru eitt ella fleiri av hesum økjum:

  • Gera kravfestingar og hava fakliga ábyrgd av verkætlanum
  • Granska størri verkætlanir
  • Projektera og leiða verkætlanir
  • Planleggja framtíðarútbyggingar
  • Ferðslutrygdartiltøk
  • Savna inn og viðgera ferðsluhagtøl og aðrar dátur
  • Viðgera myndugleikauppgávur sambært Landsvegalógini
  • Havnir, lendingar, vitar og siglingarleiðir
  • Skipa viðlíkahald av infrakervinum

Førleikar og væntanir
Vit leita eftir umsøkjarum, sum hava eina tekniska útbúgving, eitt nú verkfrøði, byggifrøði ella líknandi. Royndir innan planlegging og projektering eru ein fyrimunur, men ikki ein treyt. Vit leggja dent á góðar og hollar telduførleikar, og tað er ein fyrimunur hjá umsøkjarum, sum áhuga fyri samferðslukervinum í breiðum týdningi.

Tað hevur stóran týdning, at umsøkjarar hava eina forvitna, ágrýtna og sjálvstøðuga tilgongd til uppgávurnar, sum tryggjar, at arbeiðið flytur seg sambært menningini í Føroyum og í heiminum. Eitt nú skulu heimsmálini hjá ST í størri mun setast inn í framtíðarvirksemið.

Góð samskiftis- og samstarvsevni hava týdning umframt eginleikin at fáast við nógvar uppgávur í senn. Bæði fólk við royndum og nýútbúgvin eru vælkomin at søkja. Vit veita skipaða førleikamenning sum ein part av starvinum.

Setanarviðurskifti
Talan er um fast fulltíðarstarv. Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag, ið hevur samráðingarrætt fyri starvið. Setanarøkið er Landsverk, og tænastustaðurin í løtuni er skrivstovan á Tinghúsvegnum í Havn. Starvsfólk mugu tola broytingar og umskipanir í starvinum.

Umsókn
Umsókn við prógvum og lívsrensli skal sendast gjøgnum heimasíðu okkara www.landsverk.fo. Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 21. juni 2021.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Sigurd Lamhauge, stjóra á telefon 290 801 ella til sila@lv.fo

Landsverk byggir land 
Landsverk er stovnur undir Fíggjarmálaráðnum, ið hevur um hendi vega-, havna- og byggiharrauppgávur. Í løtuni verður serliga arbeitt við at skipa ein effektivari bygnað og ala fram ein hugburð og atburð, sum ger Landsverk til ein sterkari og meiri skikkaðan byggiharra og umsitara av landsins ognum og okkara felags samferðslukervi. 

 

Játtanin til rakstur og íløgur í 2021 er 515,7 mió., og á stovninum starvast í løtuni uml. 150 ársverk. 

 

 

 

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna