Sjálvgreiðslan
Skriva út
Almannaverkið
Lagt út: 27.11.19
Umsóknarfreist: 15.12.19

Verkstaðsfólk til deildina fyri Hjálpartól

https://candidate.hr-manager.net/ApplicationInit.aspx?cid=1899&ProjectId=143708&DepartmentId=19007&MediaId=4615

________________________________________________________________________________________

Almannaverkið hevur eitt starv sum verkstaðsfólk leyst at søkja. Talan er um eitt fulltíðarstarv frá 1. januar 2020

Um deildina fyri Hjálpartól 
Deildin fyri Hjálpartól er deild í Viðskiftadeplinum, ið veitir stuðul og ráðgeving til fólk við varandi virkistarni, serliga í sambandi við hjálpartól, bústaðarbroytingar og avlamisbilar. Harumframt ráðgevur og vegleiðir deildin almennar myndugleikar og onnur í sambandi við nýbygging til borgara við rørslutarni, hjálpartólum, bilum og øðrum. Deildin fyri Hjálpartól fevnir um alt landið.

Á deildini fyri Hjálpartól starvast íalt 12 starvsfólk, harav 5 eru terapeutar, 4 eru goymslufólk, tveir tøkningar og ein deildarleiðari.

Arbeiðsuppgávur
Fyri deildina fyri Hjálpartól er sera umráðandi at hava dugnalig starvsfólk at halda og viðlíkahalda hjálpartólini. Arbeiðsuppgávurnar eru umvælingar av hjálpartólum, at seta hjálpartól saman og at innstilla tey, soleiðis at vit støðugt kunnu geva eina munagóða tænastu av hjálpartólum. Talan kann eisini verða um at fyrireika bústaðarbroytingar, atkomur o.a. í tøttum samstarvi við terapeutar. Annars alt fyrifallandi arbeiði á verkstaði og goymslu.

Høvuðsuppgávan er at tryggja, at hjálpartólini eru í haldgóðum standi og klár til avgreiðslu, og at skráseting og avgreiðsla av hjálpartólum, gert betur og effektivari.

Væntanir til umsøkjaran
Vit vænta, at tú hevur áhuga at arbeiða við hjálpartólum og hevur góð evnir og hegni til handaligt arbeiði. Tað kann verða ein fyrimunur at hava handverkara útbúgving, royndir innan verkstað við maskinsmíð, bilmekanikki og kunnan til javnstreym, eisini kunnu royndir frá goymsluarbeiði, vera ein fyrimunur. Vit ynskja at tú ert ágrýtin, hevur góðan røkiskap, dugir at síggja loysnir og at arbeiða sjálvstøðugt. Somuleiðis vænta vit, at tú hevur góð samstarvsevnir og telduførleika á brúkarastøði. Neyðugt er at hava koyrikort.

Setanar- og lønarviðurskifti
Setanarøkið er Almannaverkið við tænastu í løtuni í Viðskiftadeplinum á deildini fyri Hjálpartól í Tórshavn. Tann, ið settur verður, má tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur. Løn og setanartreytir er sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið í 3. lønarflokki ella avvarðandi fakfelag.

Umsókn
Tú søkir starvið við at trýsta á tann grøna knøttin "Søk starvið".

Freist
Umsóknir skulu vera Almannaverkinum í hendi í seinasta lagi 15. desember 2019 kl. 23.00.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.