Sjálvgreiðslan
Skriva út
P/F PM-Pluss
Lagt út: 03.09.19
Umsóknarfreist: 21.09.19

Veitsla.fo leitar eftir nýggjum starvsfelaga

Vilt tú vera við til at menna virksemið í veitsla.fo, so hava vit eitt spennandi tilboð til tín.  

Vit bjóða eitt fjølbroytt starv, sum tú sjálv/ur sleppur at vera við til at mynda í nýggja og vaksandi virkseminum.

Uppgávur:

  • Viðlíkahald av goymslu hjá veitsla.fo
  • Lagurstýring
  • Pakka ordrar og taka ímóti, tá leigaðir lutir koma inn aftur
  • Reingerð av leigulutum
  • Útkoyring og heintan
  • Samskifti við kundar
  • Ordramóttøka
  • Fyrifallandi uppgávur á goymslu/vaskaríi hjá PM Pluss

Førleikar:

  • Tú ert røkin og ordilig/ur
  • Tú ert fleksibul
  • Tær dámar at arbeiða sjálvstøðugt
  • Tær dámar væl góða kundatænastu

Arbeiðstíð er frá 9-15 mánadag til fríggjadag. Veitsla.fo heldur til á Mannaskarð 4 í Havn. Starvið verður sett skjótast til ber. Umsókn kann sendast til poula@veitsla.fo. Um tú vilt hoyra nærri, ert tú vælkomin at ringja til Poulu Michelsen á tel. 774632 ella skriva á poula@veitsla.fo.

Veitsla.fo varð stovnað í 2017 og heldur til í Tórshavn. Veitsla.fo er nýggj tænasta hjá PM Pluss. Endamálið hjá veitsla.fo er at leiga út alt til góðu veitsluna, hátíðarhaldið ella tiltakið. Vit hava hópin av vørum í størri nøgdum, so til ber at skipa fyri størri og smærri tiltøkum og fáa alt til tørvin á einum stað. Sí nærri á www.veitsla.fo, sum er okkara nethandil.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.