Sjálvgreiðslan
Skriva út
SP/F Krea
Lagt út: 10.09.19
Umsóknarfreist: 26.09.19

Vegna vaksandi virksemi, leita vit eftir einum senior forrita at verða við til at menna intranetið – bæði til føroyska og útlendska marknaðin.

UM STARVIÐ
Vit hava selt fleiri enn 90 intranet og hava nógv ynskir av kundunum um serloysnir.

Tú verður partur av einum sterkum KT-menningartoymi, sum hevur ábyrgd av menning, rakstri og viðlíkahaldi av intranetinum.

Tú kemur fyrst og fremst at arbeiða á okkara høvuðsskrivstovu í Saltangará, men til ber eisini at arbeiða nakað í okkara hølum í Tórshavn.

TÍNIR FØRLEIKAR
Tú hevur royndir ella viðkomandi útbúgving innan kunningartøkni.

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir við PHP, WordPress, Java ella React.

Løn og setanartreytir verða sambært avtalu.

Starvið verður sett skjótast til ber.

UMSÓKN Umsókn við CV og prógvum skulu sendast til Jaspur Langgaard, stjóra, á jaspur@krea.fo
Umsóknir skulu vera okkum í hendi innan 26. september 2019.
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

SPURNINGAR
Vilt tú vita meira, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Jaspur Langgaard á telefon 748877 ella á jaspur@krea.fo

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.