Sjálvgreiðslan
Skriva út
Landssjúkrahúsið
Lagt út: 09.07.20
Umsóknarfreist: 19.08.20

Útbúgvingarsamskipari til læknar í introduktiónsstarvi ella høvuðsútbúgvingarstarvi í Almen medisin

Søkt verður eftir einum  útbúgvingarsamskipara til læknar í introduktiónsstarvi og høvuðsútbúgvingarstarvi í Almen medisin. Talan er um eitt fast starv á  18 t. um mðr. 

Samskiparin hevur ábyrgd av at stuðla undir og virka fyri dygdini í KBU- intro- og høvuðsútbúgvingini innan almen medisin. Hetta er eitt nýtt starv í Sjúkrahúsverkinum, og tí kemur tú í stóran mun at menna starvið við tínum persónliga íkasti.

Samskiparin virkar í tøttum samstarvi við Útbúgvingarnevndina og vísir til formannin í útbúgvingarnevndini.

 

Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum 

  • At verða bindilið ímillum útbúgvingarlæknar í Almen medisin, tutorlæknar, praksis og Landssjúkrahúsið.

Í samband við útbúgvingarlæknar :

  • Hevur leypandi samband við teir yngru læknarnar undir útbúgving í Almen medisin.
  • Er vegleiðari og ‘go to’ fólk hjá tí yngra læknanum gjøgnum alt útbúgvingarskeiðið
  • Styðjar yngri læknan um tørvur er á hjálp í útbúgvingartilgongdini
  • Kveikir sambond ímillum intro- og høvuðsútbúgvingarlæknar
  • Leggur temadagar, introfundir og líknandi til rættis fyri læknarnar
  • Hevur ábyrgd av og leggur til rættis undirvísing av læknum í intro- og høvuðsútbúgvingarstarvið í Almen medisin.

Í samband við tutorlæknar, útbúgvingarpraksis og útbúgvingastøð:

  • Er vegleiðari fyri tutorar í almennari praksis
  • Styðjar tutorin um tørvur er á hjálp í útbúgvingartilgongdini
  • Tryggjar kvalitetin í praksis.
  • Viðvirkar til uppfylging og talgilda eftirmeting av tutorpraksis
  • Viðvirkar til kunnleikan til ætlanarlýsingina fyri almen medisin og tær lærings- og eftirmetingarrelgur sum eru.
  • Er við til rekruttering av tutorpraksis
  • Góðkennir nýggjar tutorlæknar og teirra útbúgvingarætlanir

Førleikakrøv

  • Tú ert útbúgvin og starvast sum kommunulækni í Føroyum
  • Hevur luttikið á tutorlæknaskeiði
  • Luttekur í námsfrøðiligari undirvísing sum liður á setanini

Lønar- og setanartreytir smb. sáttmála millum Serlæknafelagið og Fíggjarmálaráðið.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at ringja til  Helenu Skaalum Mikkelsen á tlf. 234593 ella á teldupost: helena.skaalum.mikkelsen@ls.fo

Umsóknarfreistin er 19. august 2020 og setanarsamrøður verða í viku 35

Søk starvið her

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna