Sjálvgreiðslan
Skriva út
UNICEF
Lagt út: 18.11.20
Umsóknarfreist: 31.12.20

Tosar tú føroyskt, býrt í Keypmannahavn og ynskir at vera við í stríðnum fyri at geva heimsins børnum betri treytir?

So hava vit rætta starvið til tín!

Gerst ein partur av okkara vælvirkna og dugnaliga nýggja føroyska fundraisara toymi, sum gjøgnum
sterkan boðskap og jaligar telefonsamrøður fær nýggj heimsforeldur til vega fyri at hjálpa heimsins
neyðstøddu børnum. Sum føroyskur fundraisari hjá UNICEF DANMARK gerst tú ein partur av einum
serfrøðiligum avriksbrennidepli í blómandi menning.

UNICEF DANMARK liggur í útnyrðingspartinum av Keypmannahavn, har allir okkara fundraisarir
ringja frá. Vit arbeiða við at geva tær møguleikan at ringja heimanífrá, eftir at hava verið til staðar á
einum skeiði antin í Keypmannahavn ella í Aarhus. Hendan skipanin er ikki heilt liðug enn, men um
tú hevur hug at gerast partur av hesum toyminum, vilja vit gjarna skrivað teg á okkara bíðilista. Set
teg í samband við Line fyri at koma á bíðilistan og fyri at fáa nærri upplýsningar við at ringja +45
30459963 ella skrivað til Loesoerensen@unicef.dk.

Vit hava fleiri enn 75.000 donsk heimsforeldur í UNICEF DANMARK, sum ganga saman um at gera
ein sera stóran mun í lívinum hjá neyðstøddum børnum. Tann fíggjarliga hjálpin sum hesir limirnir
stuðla við merkir at vit kunnu, millum annað, hjálpa við lívbjargandi hjálp, útbúgving, læknahjálp
og tryggja børnunum eina betri framtíð.

Higartil hevur okkara fundraising verið avmarka til okkara limir í Danmark, men sum nakað heilt
nýtt bjóða vit okkara limum í Føroyum møguleikan at gerast partur av okkara UNICEF familju, sum
hevur til endamáls at hjálpa heimsins neyðstøddu børnum.

Tí leita vit eftir nýggjum føroyingum at verða umboð fyri rættindi barnanna og sum gjøgnum
telefonmarkaðarføring kunnu fáa nýggj heimsforeldur til vega í Føroyum.

Vit bjóða:

  • Eitt sera áhugavert starv hjá UNICEF, har tú lærir um okkara hjálpararbeiði og samstundis fært tú eisini møguleikan at verða við frá byrjanini í eini nýggjari fundraisingarætlan innan ein nýggjan marknaða.
  • Møguleika fyri at menna seg starvsliga. Til dømis eru fleiri í leiðsluni fyrrverandi fundraisarir - við tolsemi, drive og góðum úrslitum ber nógv til.
  • Møguleika fyri at starvast við marknaðarføring, fundraising og samskiftað fyri heimsins størsta barnafelagskap.
  • Eina fasta tímaløn, møguleika fyri lønarhækking, alt eftir úrslit og persónligum royndum.
  • Ókeypis mat-, frukt- og kaffiskipan á skrivstovuni í Keypmannahavn.
  • Sosial tiltøk, áhugaverdar fyrilestrar og góðar starvsfelagaðar, summarhugnað og jólaborðhald.
  • Eina einastandandi útbúgvingarskipan har tú lærir um marknaðarføring, samskifti, retorikk og fundraising.

Arbeiðspláss

  • Í løtuni ringja vit øll frá skrivstovuni á Rentemestervej 62, København NV. Vit búleikast í nýggjum og flottum hølum og á takinum hava vit tað besta hátúnið í Keypmannahavn.
  • Tá ið við eru heilt til reiðar við heima-skipanini, kann tann einstaki persónurin velja um tey vilja gerast partur av tí virtuella toyminum, ella um tey heldur vilja halda áfram at starvast inni á skrivstovuni saman við restini av toyminum.
  • Velur tú virtuella toymi fært tú útflýggja eitt headsett, men tú skalt brúka egnu teldu og sambandi við alnótina skal vera gott.

Arbeiðstíðirnar og løn

  • Tú skalt arbeiða 2 til 5 vaktir um vikuna, men tað er sjálvboðið hvar vaktirnar skullu leggjast:
    • Dagvaktirnar eru frá kl. 09.45 til 16.00. Mánadag – fríggjadag.
    • Kvøldvaktirnar eru frá kl. 16.45 –til 20.45. Mánadag – hósdag.
  • Undir útbúgvingartíðini (2-4 vikur) eitur tímalønin 125 kr og síðani er lønin 135 kr um
    tíman, við møguleika fyri lønarhækking alt eftir úrsliti og persónligum royndum.

Ert tú væl fyri í føroyskum, bæði í skrift og talu, vilja vit fegin tosað við teg. Nærri upplýsningar um starvið fáast við at venda sær til Line Sørensen á telefon +45 30459963 ella við at skriva til Loesoerensen@unicef.dk

Send umsóknina við at trýsta á “send umsókt” knøttin niðast á síðuni.
https://unicef.emply.net/recruitment/vacancyAd.aspx?publishingId=eec5776d-3d68-4730-b9b4-
7484c14beacd

Um UNICEF
UNICEF er tann felagsskapurin sum heimsins lond hava valgt at ganga á odda við at bjarga barnalívum og tryggja at tað gongur teimum væl. UNICEF arbeiðir fyri øll heimsins børn, men við einum serligum ansi á heimsins ringast stillaðu børnum. Karmarnir eru Barnarættindasáttmálin hjá ST og øll íløgan er treyta av sjálvbodnum stuðli. UNICEF er rødd barnanna, tann hjálpandi hondin, uttan mun til, hvar tey búgva og tann lívbjargandi bráðfeingisneyðhjálpin undir stríð og vanlukkum. Vit bjarga lív barnanna frá tey eru í móðurlívið til vaksnamannalívið. Nærri upplýsningar kunnu finnast á www.unicef.dk

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna