Sjálvgreiðslan
Skriva út
Tórshavnar Kommuna
Lagt út: 08.10.19
Umsóknarfreist: 22.10.19

Tórshavnar kommuna leitar eftir mennara til lønarøkið (barsilsfarloyvi)

Starvsfólkadeildin leitar eftir úrslitasøkjandi mennara til lønarøkið. Talan er um eitt øki, sum støðugt er undir menning við talgilding og optimering av mannagongdum.

STARVSFÓLKADEILDIN
Starvsfólkadeildin hevur ábyrgdina av starvsfólkaviðurskiftum, HR-uppgávum og lønarbókhaldi vegna umleið 2.000 starvsfólkum. Talan er sostatt um størsta almenna arbeiðspláss í Føroyum.

Starvsfólkadeildin er bygnaðarliga undir Miðfyrisitingini og húsast á Gamla Meiarínum í Tórsgøtu. Á deildini starvast 10 fólk.

STARVIÐ
Lønarbókhaldið hevur ábyrgdina av lønarútgjaldingum á umleið 650 mio. um árið.

•Tú fær ábyrgdina av samskipa menningar verkætlanir innan lønarøki / starvsfólkaumsiting og viðlíkahaldi av skipanum, ið lønarbókhaldið nýtir. Tær mest nýttu skipanir eru eLøn, Lønarskipan landsins, Webløn, Vaktætlan, Total view og HR-skipan.
• Harumframt fært tú ábyrgdina av fakligari, tøkniligari og praktiska vegleiðing í mun til arbeiðið hjá lønarbókhaldarunum á deildini. Hetta inniber millum annað dagliga sparring við lønarbókhaldið umframt leypandi endurskoðan, menning og íverksetan av mannagongdum. Sostatt hevur tú ein stóran leiklut í at varðveita eitt trygt lønarbókhald, ið livir upp til galdandi lógarverk.
• Eisini fert at vegleiða leiðarum við ymiskum greiningum og gerð av hagtølum um lønarviðurskifti.

FØRLEIKAKRØV
Tú hevur viðkomandi útbúgving. Tað er ein treyt, at tú hevur góð evni at seta teg inn í ymiskar kt-skipanir og skjótt kann virka sum superbrúkari av skipanum, ið lønarbókhaldið arbeiðir við. Tað er ein fyrimunur, at tú hevur innlit í lønarfyrisiting og verkætlanarleiðslu.

Tíni samstarvs- og samskiftisevni eru góð og tú megnar at arbeiða sjálvstøðugt og at virka sum sparringspartnari hjá starvsfólkum og leiðarum. Tú hevur ans fyri smálutunum, samstundis sum tú gongur høgt uppí at røkka ítøkiligum úrslitum, og megnar at stýra menningarverkætlanum sjálvstøðugt.

SETANARVIÐURSKIFTI
Talan er um eitt fulltíðarstarv í eitt ár, frá 1. desember 2019. Løn og aðrar treytir verða sambært avvarðandi sáttmála.

UMSÓKN
Umsókn saman við CV og útbúgvingarprógvum skulu verða Tórshavnar Kommunu í hendi í seinasta lagi 22. oktober 2019.

Umsóknirnar skulu sendast til torshavn@torshavn.fo

FLEIRI UPPLÝSINGAR
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Elsu Johonnu Høgenni, starvsfólkaleiðara, telefon 214562.

 

 

 

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.