Sjálvgreiðslan
Skriva út
FT Samskifti
Lagt út: 04.10.21
Umsóknarfreist: 27.10.21

Tøknifrøðingur

Vilt tú vera við til menna og viðlíkahalda farnetið hjá Føroya Tele? So er tað kanska tær, vit leita eftir til eitt avbjóðandi og spennandi starv á deildini Tele.

Farnetið hjá Føroya Tele byggir á nýggjastu og mest framkomnu tøknina innan fartelefonsamskifti. Starvsfólkini á Tele hava ábyrgdina at menna og viðlíkahalda farnetið, og deildin er høvuðsleikari í spennandi 5G-verkætlanini, sum fór av bakkastokki í summar.

Tele er partur av Tøkni, sum er samanlegging av KT og rakstri og er skipað í fýra toymum. Tú kemur sostatt at arbeiða í stórum, tøkniligum umhvørvi við nýggjastu tøknini og fleiri spennandi avbjóðingum.

Á deildini starvast frammanundan dugnalig ​starvsfólk, sum virða samstarv og hvønn annan, og vit ímynda okkum, at tú ert jalig/ur, dugir væl at samskifta og virðir tætt samstarv. Deildin hevur eisini við jøvnum millumbilum samband við stórar útlendskar tøknifyritøkur.

Sum tøknifrøðingur verður tú við til at samskipa og luttaka í verkætlanum innan tøkni- og produktmenning. Vit ímynda okkum, at tú dugir væl at arbeiða sjálvstøðugt, megnar at taka ábyrgd og at samstarva breitt til tess at finna røttu loysnirnar. 

Tú verður partur dagliga rakstrinum á deildini. Hetta fevnir um rakstur og viðlíkahald av tænastum og tólbúnaði innan bæði farnet og nettalu (VoIP). Vit vænta tí eisini, at tú hevur royndir innan menning, umsiting og trygd av neti (beinarar/switch/Firewall), virtuellum skipanum (NFVI) og Linux VoIP. 

Tað er fyrimunur, um tú ert verkfrøðingur, teldufrøðingur ella hevur líknandi útbúgving, ið er viðkomandi fyri starvið.

Freistin at søkja er mikudagin 27. oktober, og starvið verður sett skjótast gjørligt ella eftir nærri avtalu. Arbeiðsstaðurin er í høvuðssætinum í Hoyvík, og løn er sambært viðkomandi sáttmála.

Søk starvið her.

Nærri fæst at vita um starvið við at ringja ella skriva til Erland Jensen, deildarleiðara, á 243534 og erj@ft.fo. Eisini ber til at ringja til Starvsfólkadeildina á 243006.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna