Sjálvgreiðslan
Skriva út
Føroya Tele
Lagt út: 16.07.20
Umsóknarfreist: 13.08.20

Tøknifrøðingur til Tele

Vil tú vera við til menna og viðlíkahalda heimsklassanetið hjá Føroya Tele? So er tað kanska tær vit leita eftir til eitt avbjóðandi og spennandi starv á Tele.

Tele hevur ábyrgd av farnetinum, sum byggir á nýggjastu og mest framkomnu tøknina innan fartelefonsamskifti, herundir nýggju 5G tøknina. Arbeiðið á deildini fevnir um nýuppsetan, rakstur og viðlíkahald av tænastum og tólbúnaði innan bæði farnet og Nettalu (VoIP).

Starvsinnihald
Umframt at luttaka í dagliga rakstrinum á deildini, kemur tú sum tøknifrøðingur at arbeiða við víðarimenning av farnetinum og Nettalu. Somuleiðis fært tú ábyrgd av at samskipa og luttaka í verkætlanum innan tøkni- og produktmenning, so sum slóðbrótandi 5G verkætlanin.

Starvið gevur tær góðar møguleikar at arbeiða við nýggjastu samskiftistøknini, sum er í støðugari menning. Harafturat fært tú spennandi avbjóðingar í einum góðum arbeiðsumhvørvi, ið hevur regluligt samband við stórar útlendskar tøknifyritøkur.

Um teg
Tað er ein fyrimunur, um tú ert verkfrøðingur, teldufrøðingur ella hevur líknandi útbúgving, ið er viðkomandi fyri starvið.

Vit ímynda okkum, at tú dugir væl at arbeiða sjálvstøðugt og megnar at taka ábyrgd. Harumframt mást tú hava góðar samstarvseginleikar og vera tænastusinnað/ur soleiðis, at tú virkið kanst luttaka í verkætlanararbeiði og samstarva breitt til tess at finna røttu loysnirnar.

Tað er ein fyrimunur, tó ikki treyt, um tú hevur royndir við farnetstøkni og einum ella fleiri av fylgjandi:

  • Verkætlanarleiðslu
  • Netverk og trygd
  • Linux/Unix/Windows
  • Virtuellum skipanum
  • VoIP

Starvs- og lønarviðurskifti 
Løn verður ásett við støði í viðkomandi sáttmála. Starvsstaður er høvðussætið hjá Føroya Tele í Hoyvík.

Starvið verður sett skjótast gjørtlig, eftir nærri avtalu.

Umsókn og freist
Umsókn, lívsrensl og avrit av øðrum viðkomandi skjølum skulu vera Føroya Tele í hendi í seinasta lagi hósdagin 13. august 2020, og tú kanst søkja starvið her.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Erland Jensen, deildarleiðara, á telefon 24 35 34 ella á teldupost erj@ft.fo.

Føroya Tele samtakið fevnir umframt móðurfelagið, um dótturfeløgini FT Samskifti, NET, Shefa og Televarpið. Omanfyri 190 fólk starvast í samtakinum og fjølbroyttir førleikar eyðmerkja starvshópin.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna