Sjálvgreiðslan
Skriva út
Tjóðsavnið
Lagt út: 21.01.20
Umsóknarfreist: 17.02.20

Tjóðsavnið søkir eftir tveimum lívfrøðingum

Savnsvørður til plantudeildina á Tjóðsavninum

Tjóðsavnið søkir eftir savnsvørði til plantudeildina at seta í starv 1. apríl 2020. Endamálið hjá plantudeildini er at savna og varðveita plantur og aðrar náttúrugripir, umframt at granska í okkara náttúru og miðla hesa vitan, m.a. gjøgnum miðlarnar og framsýningina hjá Tjóðsavninum.

Uppgávur

Høvuðsuppgávurnar hjá savnsvørðinum eru at:

  • standa fyri innsavningararbeiðinum
  • røkja plantusavnið
  • skipa fyri rannsóknum og at granska
  • miðla plantulívið í Føroyum m.a. við framsýningum og útgávum
  • geva plantufrøðiliga ráðgeving

Førleikar
Vit vænta, at tú hevur:

  • hægri útbúgving í lívfrøði
  • serliga vitan um og áhuga fyri føroysku náttúruni
  • serligan áhuga fyri føroyskum plantum og plantulívi
  • góðan málsligan kunnleika, serliga í føroyskum
  • góð miðlanarevni
  • góð samstarvsevni og ert ágrýtin

Lønar- og setanartreytir
Starvið verður sett og lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.

Vit kunnu bjóða
Eitt sera fjøltáttað, spennandi og avbjóðandi starv. Tann, ið settur verður, skal kunna arbeiða sjálvstøðugt við egnum hugskotum eins og við bundnum uppgávum.

 

Lívfrøðingur til djóradeildirnar á Tjóðsavninum

Tjóðsavnið søkir eftir lívfrøðingi til deildirnar fyri djór í sjónum og djór á landi at seta í starv  1. apríl 2020.  Endamálið hjá deildunum er at savna og varðveita djór og aðrar náttúrugripir, umframt at granska í okkara náttúru og miðla hesa vitan, m.a. gjøgnum miðlarnar og framsýningina hjá Tjóðsavninum.

Uppgávur
Høvuðsuppgávurnar hjá lívfrøðinginum eru at:

  • røkja djórasøvnini
  • skipa fyri innsavningararbeiði eftir tørvi
  • standa fyri ringmerkingavirkseminum
  • skráseting
  • taka ímóti lutum
  • samskifta við viðskiftafólk
  • miðla djóralívið í Føroyum m.a. við framsýningum og útgávum

Førleikar
Vit vænta, at tú hevur:

  • hægri útbúgving í lívfrøði
  • serligan áhuga fyri føroyskum djóralívi
  • evni at arbeiða sjálvstøðugt og ert kreativ/ur
  • góð miðlanarevni
  • góð samstarvsevni og ert ágrýtin

Lønar- og setanartreytir
Starvið verður sett og lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.

Vit kunnu bjóða
Eitt sera spennandi og avbjóðandi starv, har tann setti fær eitt fjøltáttað innlit í føroysku náttúruna.

Fleiri upplýsingar
Umsøkjarar kunnu seta seg í samband við Herleif Hammer, stjóra á Tjóðsavninum, tlf. 340500 ella herleifh@savn.fo, fyri at fáa meira at vita um størvini.

Umsóknir
Umsóknir við avritum av prógvum, CV og viðkomandi skjølum skulu sendast til:

Tjóðsavnið
Kúrdalsvegur 15
Postrúm 1155

110 Tórshavn, ella sum PDF-skjal til savn@savn.fo

Umsóknir skulu vera Tjóðsavninum í hendi í seinasta lagi mánadagin 17. februar 2020.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.