Sjálvgreiðslan
Skriva út
Auto Taxi
Lagt út: 07.06.21
Umsóknarfreist: 22.06.21

Støðvakt og avloysarar til Auto

Auto søkir eftir støðvaktum og avloysarum. Megnar tú at hava fleiri bóltar í luftini í senn, so er tað kanska tær, vit leita eftir. Støðvaktin samskipar koyringina, tekur ímóti bíleggingum og røkir kioskina.

Vit vænta, at tú arbeiðir effektivt og sjálvstøðugt. Tú ert tænastu- og samstarvssinnað/ur. Ágrýtin, jalig/ur og dugir væl at loysa uppgávur undir trýsti. Tú hevur góðar førleikar at arbeiða við teldu, dugir væl at samskifta á enskum, og hevur tú royndir við at samskipa og planleggja, er tað ein fyrimunur.

Arbeitt verður í skiftandi vaktum, einar 35 tímar í miðal um vikuna. Løn sambært avtalu.

Eisini hava vit tørv á avloysarum, sum kunnu hjálpa til gerandiskvøld, taka náttarvaktir um vikuskiftið og hjálpa til at røkja sølubúðina fríggja- og leygarkvøld/nátt.

Umsókn
Send tína umsókn til t-post: auto@auto.fo og viðmerk: støðvakt ella støðhjálpari. Seinasta freist at søkja er 22. juni, men umsóknirnar verða viðgjørdar so hvørt, og størvini verða sett sum skjótast.

Vilt tú vita meira um størvini, set teg í samband við Fríðhild Holmsund, leiðandi støðvakt,  tlf. 790502.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna