Sjálvgreiðslan
Skriva út
Fiskimálaráðið
Lagt út: 08.10.21
Umsóknarfreist: 08.11.21

Stjóri til Havstovuna

Søkt verður eftir stjóra til Havstovuna.

Ábyrgdarøki
Stjórin hevur evstu ábyrgd av dagliga virksemi stovnsins, og at allar høvuðsuppgávur innan øll starvsøki á
stovninum verða loystar á besta hátt.

Høvuðsuppgávur

  • Granskingarvirksemi, har høvuðsendamálið er at økja um vitanina um fiskastovnar, tilfeingi í havinum og umhvørvi teirra.
  • Samstarv við aðrar granskingarstovnar í Føroyum og uttanlands innan viðkomandi evni.
  • Kunning til landsins myndugleikar og almenning um støðuna hjá fiskastovnum og havumhvørvi.
  • Ráðgeva landsins myndugleikar um bestu gagnnýtslu av tilfeingi og burðardyggari stovnsrøkt.
  • Fíggjarstýring og at tryggja, at játtanir verða hildnar, eins og at øll orka á stovninum verður gagnnýtt á besta hátt.
  • Leiða og leggja til rættis arbeiðið innan alt virksemi á stovninum.

Førleikar og royndir

  • Viðkomandi útbúgving á master– ella kandidatstigi t.d. innan fiskifrøði, havfrøði ella lívfrøði.
  • Fyrimunur er, at umsøkjarin hevur leiðslu- og starvsroyndir, ið kunnu setast í samband við virkisøki
    stovnsins.
  • Fyrimunur er, at umsøkjarin hevur góð evni at samskifta í almenna rúminum og beinleiðis við
    føroyskar og útlendskar myndugleikar, umframt onnur umboð.
  • Samanumtikið skal umsøkjarin hava útbúgving, førleikar og royndir, ið beinleiðis eru viðkomandi
    fyri starvið, ábyrgdarøkið og høvuðsuppgávurnar.

Setanartreytir
Starvið verður lønt ájavnt 38. lønarflokki eftir avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Tænastumannafelag
landsins, tó uttan at vera tænastumannastarv. Setanarøkið fevnir um Fiskimálaráðið, hini stjórnarráðini og
stovnar undir ráðunum.

Umsókn
Umsókn við upplýsingum um prógv, royndir og møgulig viðmæli skal sendast talgilt til Fiskimálaráðið á fisk@fisk.fo ella sum vanligur postur til Fiskimálaráðið
postrúm 347
110 Tórshavn.

Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 8. november 2021 kl. 16:00.
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Nærri upplýsingar um starvið fáast frá Rógva Reinert, aðalstjóra, telefon 55 32 11, teldupostur
fisk@fisk.fo.

 

Havstovan er stovnur, sum bygnaðarliga er skipaður undir Fiskimálaráðnum. Sambært lógini ger Havstovan kanningar av livandi tilfeinginum og umhvørvi tess í føroyskum sjógvi og á teimum havleiðum, har føroyska fiskivinnan hevur áhugamál. Kunning av granskingarúrslitum og ráðgeving innan somu øki eru týðandi partur av virkseminum hjá stovninum. Rannsóknarskipið “Jákup Sverri” er beinleiðis knýtt at stovninum. Á stovninum eru 37 starvsfólk. Harumframt sigla 14 fólk við Jákup Sverra. Fíggjarliga játtanin til stovnin og skipið er umleið 32,7 mió. kr. í 2021.
Sí annars heimasíðu stovnsins, www.hav.fo

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna