Sjálvgreiðslan
Skriva út
Búnaðargrunnurin
Lagt út: 20.11.19
Umsóknarfreist: 15.01.20

Stjóri til Búnaðargrunnin

Í sambandi við at verandi stjórin í Búnaðargrunninum hevur sagt seg úr starvi, verður søkt eftir stjóra at byrja skjótast til ber.

Um Búnaðargrunnin
Endamálið við Búnaðargrunninum er at veita fígging til menning av føroyskum landbúnaði og fíggja kostnaðin av at reka jarðarumsitingina. Harumframt umsitur grunnurin fígging av festikontu og felags festipulju.

Búnaðargrunnurin verður umsitin av einum av landsstýrisfólkinum í Umhvørvis- og Vinnumálum valdum stýri við 5 limum.

Meiri fæst at vita um Búnaðargrunnin á www.bg.fo

Starvið
Stjórin hevur dagligu leiðsluna av Búnaðargrunninum um hendi við tilvísing til stýrið, og skal tryggja eina dygdargóða, dagliga fyrisiting av grunninum.

Stjórin hevur ábyrgdina av dagliga samskiftinum við lántakarar, almennar myndugleikar og onnur viðskiftafólk og skal koma við tilráðingum til stýrið í sambandi við lántøkur, umleggingar av lánum, fígging av festikontum og felags festipulju og í sambandi við umsóknir um saneringar.

Stjórin hevur somuleiðis ábyrgdina av ognarumsitingini hjá grunninum undir teimum fyritreytum, sum stýrið setur.

Løn
Lønin verður ásett eftir nærri avtalu.

Umsøkjari
Dentur verður lagdur á, at umsøkjarin

  • hevur royndir innan fíggjarviðurskifti, roknskap, leiðslu og fyrisiting
  • hevur góð samstarvsevni og leiðsluførleikar
  • hevur innlit í føroyskan landbúnað og landbúnaðarviðurskiftir

Umsóknir
Umsókn saman við prógvum, viðmælum v.m. skal sendast til: 

SPEKT løggildir grannskoðarar Sp/f, Staravegur 17, Postsmoga 3258, 110 Tórshavn, att. Beinta Jensen, skrivari, ella umvegis teldupost til bj@spekt.fo  

Umsóknarfreistin er 15. januar 2020.
Eru spurningar til starvið, ber til at venda sær til til Símun Gullaksen, stýrisformann, á telefon 217055.

Allar upplýsingar og umsóknin verða viðgjørd í trúnaði.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.