Sjálvgreiðslan
Skriva út
Tórshavnar Kommuna
Lagt út: 05.11.19
Umsóknarfreist: 21.11.19

Stjóri fyri teknisku fyrisitingina

Hevur tú hug at royna teg sum stjóra fyri tekniska økinum hjá Tórshavnar kommunu?

Talan er um eina av teimum størstu teknisku fyrisitingunum í landinum. Fyrisitingin er mannað av nógvum ymiskum fakbólkum á fleiri ymiskum deildum og stovnum. Starvið býður uppá nógvar stórar og spennandi avbjóðingar, stórar verkætlanir og nógvar innanhýsis og uttanhýsis samstarvspartar.

Stjórin fyri teknisku fyrisiting mannar stjórnarbólkin hjá Tórshavnar kommunu saman við borgarstjóranum, kommunustjóranum, trivnaðarstjóranum, fyrisitingarstjóranum og stjóranum fyri Heilsu- og umsorganartænastuni.

Víst verður til vangamynd, har neyv starvslýsing er. Trýst HER

Áhugaðir umsøkjarar eru vælkomnir at seta seg í samband við Bjørgfríð Ludvig, kommunustjóra, á telefon 302010 viðvíkjandi starvinum ella førleikakrøvunum.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Umsókn verður at senda til: 

Tórshavnar kommunu
Att.: Bjørgfríð Ludvig, Postboks 32, FO-110 Tórshavn
ella á teldupostadressu: torshavn@toshavn.fo
Viðmerk á umsóknina: „Stjóri fyri teknisku fyrisitingina“

Umsóknarfreistin er 21. november 2019.

 

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.