Sjálvgreiðslan
Skriva út
Reyði Krossur Føroya
Lagt út: 25.11.19
Umsóknarfreist: 11.12.19

Starvslesandi til Reyða Kross

Ert tú lesandi við áhuga fyri altjóða humaniterum hjálpararbeiði? Brennir tú fyri at gera ein mun har ið neyðin er størst? Og kundi tú hugsað tær at roynt teg á arbeiðsmarknaðinum? So ert tú kanska okkara nýggi starvslesandi.

Reyði Krossur Føroya bjóðar nú lesandi møguleikan at koma í starvsvenjing í fyrstu lestrarhálvu 2020.

Um felagsskapin
Reyði Krossur Føroya virkar fyri at hjálpa við sjálvbodnari orku, har ið neyðin er størst, bæði heima í Føroyum og úti í heimi. Umleið 200 sjálvboðin eru regluliga virkin í Reyða Krossi Føroya, sum eisini er partur av altjóða Reyða Krossi, ið hevur umleið 17 mió. sjálvboðin kring heimin, og sum leggur dent á at veita neyð- og menningarhjálp so effektivt og viðkomandi sum gjørligt. Í samsvari við endamál og meginreglur hjá Reyða Krossi, eru nógv virksemisøkir hjá Reyða Krossi her í Føroyum, m.a. vitjanartænasta, samarittar, integratión, undirvísing í fyrstuhjálp, klædnahjálp og endurnýtsla.

Arbeiðsuppgávur
Arbeiðsuppgávurnar verða bæði praktiskar og ástøðiligar, og vera í ávísan mun lagaðar til eftir førleikum og áhuga hjá tí lesandi. Tann starvslesandi verður partur av dagliga arbeiðinum hjá Reyða Krossi, og fær sostatt innlit í hjálparbeiðið hjá felagsskapinum bæði í Føroyum og úti í heimi.

Tann starvslesandi
Tann starvslesandi eigur at vera lesandi á bachelor ella master stigi, innan t.d. samfelagsfrøði, politikk, løgfrøði, heilsuvísindi ella líknandi. Arbeiðstíðin verður avtalað nærri við tann lesandi, men verður eftir ætlan 30 tímar um vikuna. Møguleiki verður fyri samsýning áljóðandi kr. 10.000 fyri alt tíðarskeiðið, men er tað treytað av at uppgávurnar verða loystar til fulnar.

Hevur hetta tín áhuga, ert tú hjartaliga vælkomin at senda eina umsókn á redcross@redcross.fo í seinasta lagi 11. desember 2019.

Umsøkjarar fáa svar í viku 50.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.