Sjálvgreiðslan
Skriva út
Sunda Kommuna
Lagt út: 31.10.19
Umsóknarfreist: 17.11.19

Starvsfólk til Ungdómshúsið

Vit søkja eftir tveimum dugnaligum hjálparfólkum.

  • Hugsar tú kreativt og dámar at arbeiða við projektum?
  • Er nærlagni og nærvera akkurát tú?
  • Elskar tú at vera aktiv/ur og at hanga út?
  • Vilt tú vera saman við okkum, um alt tað, sum er stuttligt, álvarsamt, spennandi og týdningarmikið?

Ungdómshúsið í Sunda kommunu, vanliga nevnt Garnhúsið á Oyri, sóknast eftir tveimum starvsfólkum at arbeiða 2-3 kvøld um vikuna 8 tímar tilsamans, at byrja 1. desember 2019 ella skjótast tilber.

Vit vænta at tær dámar at arbeiða við ungdómi, dámar at vera kreativ/ur og dugir at hugna um tey ungu. Somuleiðis vænta vit, at tú ert innbjóðandi, forvitin og inkluderandi, og tú dugir bæði at uppsøkja og seta stuttlig ting í gongd, líkasum tú eisini eggjar teimum ungu til sjálvi at brúka sítt hugflog.

Starvið er lønt eftir sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Pedagogfelag.

Hevur tú spurningur ber til at ringja til leiðaran, Jórun Gudmundsen, tlf: 259986 ella mail: garnhusid@gmail.com

Umsóknir v.m. skulu vera okkum í hendi í seinasta lagið mánadagin 14. november 2019 og skulu sendast til, garnhusid@gmail.com ella

Sunda kommuna
Oyrarbakkavegur 3
Postboks 3
400  Oyrarbakki

Viðmerk brævbjálvan ”umsókn garnhúsið”

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.