Sjálvgreiðslan
Tórshavnar Kommuna
Lagt út: 24.07.19
Umsóknarfreist: 26.08.19

Starvsfólk til Umhvørvisdeildina

TÓRSHAVNAR KOMMUNA

Umhvørvisdeildin hjá Tórshavnar kommunu søkir eftir dugnaligum fólki til eitt spennandi og avbjóðandi starv á umhvørvisøkinum. 

Tórshavnar kommuna arbeiðir støðugt við at gerast ein grønari kommuna, har alt virksemi tekur støði í umhvørvinum. Umhvørvispolitikkurin hjá Tórshavnar kommunu - GRØNA LEIÐIN - setir høg mál, bæði fyri kommununa sum heild og fyri kommununa sum virki.

ARBEIÐSUPPGÁVUR
Hevur tú hug at arbeiða á umhvørvisøkinum og gera tína ávirkan galdandi saman við dugnaligum starvsfólki í umsitingini, so er hetta rætta starvið. Nógvar spennandi og avbjóðandi uppgávur liggja fyri framman.

Starvið umfatar m.a.

  • at íverkseta verkætlanir við støði í umhvørvispolitikkinum hjá Tórshavnar kommunu 
  • eftirlit, sambært galdandi lógum og kunngerðum innan umhvørvið 
  • málsviðgerð, í sambandi við fráboðanir, klagur um dálking v.m. 
  • at skipa fyri tiltøkum/átøkum innan umhvørvi 

Dømir um ítøkiligar verkætlanir, sum tú kemur at arbeiða við, eru eitt nú:

  • at seta í verk ein orkupolitikk saman við einum tvørfaklium toymi
  • íverkseta Heimsmálini í Tórshavnar kommunu

FØRLEIKAKRØV
Umsøkjarin skal hava útbúgving innan umhvørvi t.d. verkfrøði, evnafrøði, lívfrøði ella líknandi útbúgving. Tú skalt duga væl at orða teg munnliga og skrivliga á føroyskum og hava góðan teldukunnleika. 

Tað er týdningarmikið, at tú dugir væl at samstarva og samskifta, og at tú somuleiðis dugir væl at arbeiða sjálvstøðugt og er úrslitssøkin.

Tað er ein fyrimunur, um umsøkjarin hevur royndir innan umsiting og á umhvørvisøkinum. 

SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið er eitt fulltíðarstarv, sum verður sett skjótast til ber. Starvið verður sett sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið/Fíggjarmálaráðið og avvarandi fakfelag.

UMSÓKN
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær Óluvu Vang, deildarleiðara á telefon 302010.

Umsókn saman við viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndum skal vera Tórshavnar kommunu (torshavn@torshavn.fo) í hendi í seinasta lagi mánadagin 19. august 2019.

Viðmerk umsóknina “Starv á Umhvørvisdeildini”.


Umhvørvisdeildin er partur av teknisku fyrisiting í Tórshavnar kommunu, sum heldur til á Niels Finsens gøtu 17 í miðbýnum í Havn.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.