Sjálvgreiðslan
Skriva út
Tórshavnar Kommuna
Lagt út: 08.10.19
Umsóknarfreist: 29.10.19

Starvsfólk til teknisku deild

Søkt verður eftir verkfrøðingi ella líkanandi.

Vit søkja eftir fólki at arbeiða við planlegging, verkætlanum og myndugleikauppgávum.

Planlegging umfatar at arbeiða við útstykkingum, planlegging innan infrakervi og at gera støðulýsingar og ætlanir.

Verkætlanir umfatar nýgerð og dagføringar av vegum, kloakkum o.ø.

Myndugleikauppgávur umfatar málsviðgerð í samband við vegir, ferðslu o.a.

Royndir úr líknandi starvi kunnu vera ein fyrimunur.

Vilt tú vita meira, kanst tú venda tær til Hans Nielsen, býarverkfrøðing, hans@torshavn.fo, telefon 217877.

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið / Fíggjarmálaráðið og avvarandi fakfelag.

Send umsókn, c.v. og prógv til torshavn@torshavn.fo. Merk umsóknina „Starv á teknisku deild“.

Seinasta freist at søkja er 28. oktober 2019.

 

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.