Sjálvgreiðslan
Skriva út
Landssjúkrahúsið
Lagt út: 08.10.21
Umsóknarfreist: 22.10.21

Starvsfólk til Leiðbeining á Landssjúkrahúsinum

Dugir tú at hava fleiri bóltar í luftini samstundis og kortini varðveita yvirlitið?

Bráðdepilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir starvsfólki til Leiðbeining á starvsbrøki 1,0 í skiftandi vaktum, til setan 01.11.2021 ella eftir avtalu.

Visjónin hjá Landssjúkrahúsinum er, eitt sameint sjúkrahúsverk á altjóða stigi – eyðkent fyri nýhugsan.

Landssjúkrahúsið er í eini spennandi broytingartíð, har nógv nýtt er í umbúna.  Um stutta tíð verður H-bygningurin tikin í nýtslu, og kemur hetta at hava broytingar við sær innan fleiri øki.  Leiðbeining er okkara andlit úteftir, og tað er tí ongantíð meiri týdningarmikið enn júst nú at seta starvsfólk, sum eru tænastusinnað og megna at virka fyri góðum samskifti og greiðari tænastu fyri borgara og starvsfólk. 

Leiðbeining er eitt fjølbroytt og spennandi starvstað, har uppgávurnar eru nógvar.

Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum

  • Avgreiða telefonsamskifti og umstillingar á Landssjúkrahúsinum
  • Leiðbeina ambulantar sjúklingar, vitjandi og annars øll, ið hava tørv fyri hjálp og vegleiðing
  • Avgreiða innan- og uttanhýsis postin
  • Avgreiða skjøl og lyklar til íbúðir, ið verða útleigaðar
  • Arbeiða við THS (cosmic) telduskipanini

Vit vænta, at tú

  • Trívist í einum ferðmiklum gerandisdegi og dámar væl fjølbroyttar og skiftandi uppgávur
  • Dugir at raðfesta arbeiðið og hevur góðan røkjuskap
  • Hevur góð samstarvsevni, tekur ábyrgd og arbeiðir sjálvstøðugt
  • Hevur ábyrgdarkenslu fyri at skapa góðan trivna á deildini
  • Er tjalig/ur og sært avbjóðingar fram um forðinga
  • Dugir at orða teg í skrift og talu
  • Hevur góðan telduførleikar
  • Hevur reina revsiváttan
  • Megnar at miðla vitan bæði til starvsfelagar á deildini og aðrar starvsbólkar

Vit kunnu bjóða

  • Eitt spennandi arbeiðsumhvørvi við nógvum ymiskum avbjóðingum
  • Fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar
  • Upplæring

Løn- og setanartreytir eru smb. sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.

Nærri upplýsningar um starvið fáast við at venda sær til Bárður Bendix Mikkelsen deildarleiðara, tlf. 234605 barmi@ls.fo ella til Gunnar Hjelm, varaleiðara, telefon 234602, gunhj@ls.fo.

Umsóknarfreistin er tann 22.10.2021. Seternarsamrøður fara fram í viku 43.
Upprunaprógv fyri útbúgving skula havast við til samrøðu.

Vinarliga søk starvið her.

Á okkara heimasíðu www.ls.fo kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál, undir leinkjuni ”Um okkum”. 

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.   

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna