Sjálvgreiðslan
Skriva út
Vinnuframi
Lagt út: 18.09.19
Umsóknarfreist: 15.10.19

Starv sum skrivari/samskipari hjá NATA og Vinnuframa

Avbjóðandi og sjálvstøðugt starv sum skrivari hjá NATA, ferðavinnusamstarvið millum Føroyar, Ísland og Grønland, er leyst at seta frá 1.
desember 2019, ella sum skjótast.

Skrivstovan hjá NATA er ein sjálvstøðug eind, sum húsast hjá Vinnuframa.

Starvið umfatar eisini uppgávur í sambandi við at verða partur av arbeiðstoyminum hjá Vinnuframa.

Tað er týdningarmikið, at tann, sum settur verður, dugir væl at orða seg munnliga og skrivliga á føroyskum og enskum, er nærlagdur, væl skipaður og hevur góð samstarvsevni.

Arbeiðstíðin er tríkvarta tíð.

UPPGÁVURNAR

Uppgávurnar sum skrivari/samskipari hjá NATA og

Vinnuframa eru millum annað at:
· fyrireika og avgreiða umsóknarumfør hjá NATA
· ráðgeva fyritøkum, einstaklingum og øðrum, sum søkja um stuðul frá NATA
· gera mannagongdir og skipa fyri hálvárs- og ársroknskapi hjá NATA
· vera skrivari hjá nevnd og formanni í NATA
· skipa fyri fyrisitingarligum viðurskiftum hjá NATA
· seta avgerðir hjá NATA-nevndini í verk
· umsita heimasíðuna www.northatlantic-islands.com
· ráðgeva fyritøkum, sum søkja um stuðul frá Vinnuframa
· ráðgeva fyritøkum um stuðulsmøguleikar í Horizon2020, sum fevnir um stuðulskipanir innan gransking og innovatión í EU
· vera við til at skipa fyri vinnuframatiltøkum

Vit vænta, at tú hevur:

· viðkomandi hægri útbúgving á bachelor, kandidatstøðiella aðra hóskandi útbúgving
· góðan kunnleika í enskum bæði á skrivt og í talu
· góðan telduførleika
· trívist væl við skiftandi uppgávum

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur viðkomandi ferðavinnuútbúgving og/ella royndir innan ferðavinnuvirksemi.

SETANARVIÐURSKIFTI
Starvsstaðurin er hjá Vinnuframa, sum setur starvið. Løn og setanarviðurskifti verða eftir nærri avtalu. Roknast kann við eitt sindur av ferðing uttanlands.

Umsókn við prógvum og CV skulu sendast við telduposti til: vinnuframi@vinnuframi.fo

Umsóknarfreistin er 15. oktober 2019, og samrøðurnar vera stutt aftaná.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Matheu Hilduberg, leiðara á Vinnuframa, við telduposti mh@vinnuframi.fo ella á telefon 553300.

_________________________________________________________________________________________________________________________

NATA er samstarvsavtala millum ferðavinnuráðharrarnar í Grønlandi, Ìslandi og Føroyum. Endamálið er at menna samstarv um felags áhugamál
í ferðavinnu, at styrkja ferðamøguleikarnar og tað mentanarliga samskiftið millum hesi trý londini.



Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.