Sjálvgreiðslan
Skriva út
Fuglafjarðar Kommuna
Lagt út: 23.04.21
Umsóknarfreist: 21.05.21

Starv sum havnaumsjónamaður við Fuglafjarðar havn

Starv sum havnaumsjónarmaður við Fuglafjarðar havn verður hervið lýst leys til setan tann 01. juli 2021 ella so skjótt sum til ber eftir hetta.

Førleikakrøv:  

  • Útbúgving og vinnubræv sum skipsførari.
  • Góðar førleikar í føroyskum og enskum máli bæði í skrift og talu.
  • Hava teldukunnleika á brúkarastøði.
  • Góð samskiftis- og samstarvsevni.
  • Tað kann verða ein fyrimunur, at hava royndir innan sjóvinnu.

Væntað verður eisini, at tú á jøvnum føti við starvsliðið á havnavaktini kann røkja loðstænastu av skipum, ið koma til og frá Fuglafirði, Eiði og Norðskála.

Vit bjóða tær:
eitt spennandi starv, har tú eisini saman við leiðsluni fær møguleikar fyri at menna havnina.

Setanarviðurskifti:
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya og Føroya Skipara- & Navigatørfelag fyri havnaumsjónarmenn, somuleiðis sum skrivligur sáttmáli verður gjørdur partanna millum um arbeiðstreytir v.m.

Fyrstu tríggir mánaðirnir verða at rokna sum royndartíð.

Hevur tú áhuga í starvinum
so ert tú vælkomin at senda skrivliga umsókn saman við prógvum, CV, revsiváttan og møguligum viðmælum til Fuglafjarðar kommunu á teldupost-bústaðin info@fuglafjordur.fo Umsóknarfreistin er fríggjadagin 21. mai kl. 16:00.

Kommunan skilar sær rætt til frítt at velja millum innkomnar umsóknir ella eisini onga at taka.

Fleiri upplýsningar

um starvið fáast við at venda sær til Rólant Højsted, havnastjóra á telefon 238050,

 

 

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna