Sjálvgreiðslan
Skriva út
Rit & Rák
Lagt út: 14.05.20
Umsóknarfreist: 01.06.20

Spennandi lærupláss hjá Rit & Rák

Vit leita eftir einum skilagóðum, opnum og fríum bókhandilslærlingi, sum dámar væl at selja, veita eina framúr kundatænastu og hevur dirvið at taka ábyrgd. Tær dámar væl at tosa við kundarnar og strembar eftir at geva teimum eina góða uppliving. Vit vænta, at tú ert áhugaður í sølu, tænastu og innkeypi, og at tú hevur ella er um at taka yrkisrættað prógv ella miðnámsprógv.

Sum lærlingur fært tú

  • eina útbúgving, her tú kanst taka ábyrgd og kanst menna teg
  • møguleika at menna og royna kreativ hugskot
  • ábyrd fyri egnum vørubólkum við at bíleggja, sýna fram og halda vøruúrvalið við líka
  • samábyrgd av, at handilin sær innbjóðandi, hugvekjandi, reinur og ruddiligur út

Vit bjóða tær

  • eina útbúgving sum gevur tær gott grundarlag at starvast í vinnuni
  • spennandi skeið á Tietgen saman við øðrum lærlingum frá ketuni Bog & ide
  • at blíva ein partur av einum vælvirkandi og mennandi toymi
  • eitt stuttligt arbeiðspláss, her allir dagar eru fjølbroyttir, og her stutt er millum hugsan og gerð

Hevur tú hug at vera í tí stolta liðnum hjá Rit & Rák so send umsóknina hjá tær til:

Rit & Rák

Tinghúsvegur 60

100 Tórshavn

Viðm: lærupláss

Teldupostur: kari@ritograk.fo

Umsóknarfreist:  1. juni 2020

Tú tekur við starvi:    í august 2020

 

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.