Sjálvgreiðslan
Skriva út
Posta
Lagt út: 13.10.21
Umsóknarfreist: 25.10.21

Speditørlærlingur til Posta

Kundi tú hugsað tær ein ferðmiklan gerandisdag? Dámar tær at samskipa og finna ta bestu loysnina til okkara viðskiftafólk hvørja ferð? So er tað kanska tær, vit leita eftir.

Farmadeildin á Posta søkir speditørlærling at byrja 1. desember 2021. Sum speditørur samskipar tú sendingar av alskyns slagi um allan heim. Tú sendir vøru av landinum, og tú samskipar sendingar heim til Føroya. Tú handfert sjófrakt, flogfrakt og innlendis koyring. Ongin uppgáva er ov stór ella ov lítil, og tí fært tú eisini ein fjølbroyttan gerandisdag og møguleika fyri at seta tín dám á arbeiðið.   

Tú kemur at virka í einari vælskipaðari deild, sum dagliga er í sambandi við veitarar og kundar um allan heim. Saman við starvsfeløgunum á Óðinshædd og á Posta Logistics-deildunum í Danmark tryggjar tú, at viðskiftafólk fáa farmin sendan og útflýggjaðan rættstundis og professionelt. Soleiðis ert tú við til at knýta Føroyar at restini av heiminum. 


Tú trívist í einum ferðmiklum umhvørvi, og tær dámar at hava nógvar bóltar í luftini. Tú ert nærløgd/-lagdur, og tú hevur eyga fyri góðari tænastu.

Vit bjóða
Títt arbeiðspláss er í okkara ljósu og dagførdu hølum á Óðinshædd í Havn. Gerandisdagurin er fjølbroyttur og skundmikil. Á Farmadeildini ert tú í einum toymi, har øll stuðla hvørjum øðrum, og har trivnaðurin er í hásæti. Lærutíðin er vanliga hálvttriðja ár og er eitt bland millum arbeiði og skúlagongd í Danmark. Lønin er sambært sáttmála við Starvsfelagið.

Umsóknir
Umsóknir skulu sendast til leiðaran á Farmadeildini, Ingun Olsen, á inol@posta.fo. Frámerk ”Umsókn”. Freistin at søkja er 25. oktober 2021. Vilt tú vita meira, ber til at ringja ella skriva til Ingun Olsen á 23 62 03 ella umvegis teldupost til inol@posta.fo.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna