Sjálvgreiðslan
Skriva út
Nemlia
Lagt út: 29.04.21
Umsóknarfreist: 15.05.21

Søluleiðari til @Nemlia

Nemlia er eitt B2B virki, ið veitir heilsutøkni til eldraøkið . Við okkara loysnum skapa vit betur samband og samskifti millum tey eldru og teirra avvarðandi og/ella heilsustarvsfólk, og eru soleiðis við til at tryggja eldri borgarum, ið búgva einsamøll ella á bústovni, betri lívsgóðsku.

Okkara skipan knýtir tænastur, varnarar og onnur tól saman, so at heilsurøktarar kunnu veita eina betur beinleiðis tænastu til eldri borgarar. Skipanin kann nýtast á bústovnum eins og hjá teimum, ið búgva heima. Nemlia gongur á odda í talgildu umleggingini á heilsu- og eldraøkinum til tess at veita teimum eldru hesa tænastu.

Til hetta arbeiðið tørvar okkum ein úrslitasøkjandi søluleiðara, ið dugir sera væl við fólki, og at finna og hugfanga nýggjar kundar. Sum søluleiðari skalt tú veita lidnar og hóskandi loysnir til hvønn einstakan kunda til tess at økja um okkara sølu, kundaskara og vinningsføri.

Ábyrgdarøki:
- Við haldgóðum grundgevingum leggja fram, tala fyri og selja verandi eins og møguligum nýggjum kundum vørur/tænastur
- Gera offur-gagn- og tørvsgreiningar av verandi/møguligum nýggjum kundum fyri at eftirlíka krøvum teirra
- Skapa, menna og røkja jalig handils- og kundasambond
- Royna at røkka møguligum nýggjum kundum gjøgnum t.d. telefonsølu og hús-úr-húsi-sølu
- Loysa trupulleikar og avgreiða klagur skjótt fyri at skapa mest møguligt nøgdsemi
- Røkka avtalaðum sølumálum og úrslitum til ásetta tíð
- Samskipa søluætlan saman við toymi og øðrum deildum
- Greina marknaðarmøguleikar, og skriva fíggjarstøðufrágreiðngar
- Veita leiðsluni frágreiðingar um millum annað tørv, trupulleikar og áhugamál hjá kundum, kappingarvirksemi og møguligar nýggjar vørur og tænastur -- Fylgja við bestu royndum og lýsingarrákum
- Áhaldandi menna við støði í aftursvarum

Førleikakrøv:
- Hava bachelorútbúgving innan handil ella líknandi
- Tú skalt hava skjalfestar starvsroyndir sum sølufólk
- Sera góðar førleikar við MS Office
- Innlit í BRM og CRM mannagongdir eins og evni at skapa góð professionell handilssambond
- Vera sera ágrýtin og miðvís/ur við skjalfestari søluavrikaskrá
- Hava sera góð sølu-, samráðingar- og samskiftisevni
- Duga enskt og týskt ella franskt til lítar.

Tað er eitt krav
- Hava evni at raðfesta, halda skil á tíðini og leggja til rættis
- Evna at gera og halda framløgur, ið eru snikkaðar til tørvin hjá áhoyrarunum
- Evna at røkja sambond, og duga at taka ímóti aftursvarum Nemlia hevur skrivstovu í Tórshavn.Talan er um eitt altjóða starv, og tú kanst arbeiða heimanífrá ella í Tórshavn. Vit eru eitt ungt og ágrýtið toymi, sum brennur fyri síni søk, nevniliga at veita eldri borgarum betri lívsgóðsku.

Um tú vilt gerast partur av loysnini til eina av størstu avbjóðingunum fyri samfelagið í dag – tí fólkafrøðiligu broytingini – so kom við í okkara toymi!

Vit gleða okkum at hoyra frá tær. nemlia@nemlia.com

Nemlia

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna