Sjálvgreiðslan
Oilwind
Lagt út: 05.07.19
Umsóknarfreist: 31.07.19

Sølulærlingur til OILWIND

Alfa Sp/f
Hevur tú hug at samskifta og selja til kundar umkring allan heimin? Ert tú ein, sum dugir væl við fólki, brúsar við hugskotum, og fírir ikki fyri avbjóðingum?

Kom í læru hjá okkum, her fært tú ábyrgd og ein týðandi leiklut í søluni og sølumenningini í felagnum. Tú verður partur av einum ídnum toymi í Miðvági og uppgávurnar verða nógvar og fjøltáttaðar. Tú kemur at arbeiða tætt saman við restini av toyminum, men eisini sjálvstøðugt við verkætlanum.

Tín ábyrgd verður eitt nú…
• at selja og marknaðarføra OILWIND vørur umkring heimin
• at gera uppsøkjandi søluarbeiði
• at menna marknaðir og leggja ætlanir
• at menna og skapa sølutilfar og luttaka í vørumenning
• at fyrireika og luttaka á ráðstevnum

Førleikakrøv
• Hevur drívmegi og ert ágrýtin at selja
• Hevur lætt við at gera uppsøkjandi søluarbeiði
• Ert tænastusinnaður og dugir væl at samstarva
• Ert væl skipaður og megnar at arbeiða sjálvstøðugt og í toymum
• Ert málsliga stinnur í skrivligum og munnligum enskum, føroyskum og norðurlendskum
• Hevur staðið miðnámsskúla
• Hevur góðar telduførleikar
• Hevur royndir við grafiskum tekniforritum er ein fyrimunur, ikki ein treyt.
• Viðkomandi starvsroyndir, eisini ein fyrimunur men ikki ein treyt

OILWIND mennir og veitir tøkniliga útgerð til fiskimenn um allan heimin, sum gera fiskimenn meira vinningsførar tá teir fiska við línu, gørnum, rúsum, ella fiska við dorg.
Her fært tú royndir og førleikar innanfyri ymisk fakøki, og tú verður eitt dugnaligt sølufólk.

Setanarviðurskifti

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Lærutíðin er millum 2-4 ár treyta av hvørja útbúgving, tú hevur áðrenn. Lærlingalønin verður ásett sambært S&K sáttmálanum.

Umsóknarfreist

Meira fæst at vita um læruplássið við at seta seg í samband við Agnar F. Joensen, dagligur leiðari, á tlf. 52 53 54 ella við telduposti til agnar@oilwind.fo
Freistin at søkja er 31. juli 2019. Tú søkir starvið við at senda tína umsókn við prógvum til agnar@oilwind.fo

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.