Sjálvgreiðslan
Skriva út
Uttanríkis- og vinnumálaráðið
Lagt út: 06.09.19
Umsóknarfreist:

Søkt verður eftir fulltrúa til Uttanríkistænastuna

Starv í Uttanríkis- og vinnumálaráðnum

Starvið
Tann, ið verður settur í starvið, kann vænta at koma at arbeiða við uppgávum innan fleiri av starvsøkjunum í uttanríkistænastuni, og má vera fyrireikaður uppá, at arbeiðið kann hava við sær nakað av ferðing uttanlands.

Førleikakrøv
Umsøkjarar skulu hava útbúgving frá hægri lærustovni á kandidat- ella masterstigi innan løgfrøði, diplomati, samfelagsfrøði, búskaparfrøði ella aðra viðkomandi útbúgving.

Persónlig førleikakrøv og royndir
Umráðandi er, at tann, ið settur verður:

  • hevur góð samstarvsevni
  • hevur góð sundurgreiningarevni
  • hevur góðar samskiftisførleikar, bæði munnliga og skrivliga
  • hevur politiskt tev
  • er tænastuhugaður og fleksibul, miðvísur og dugir at arbeiða sjálvstøðugt

Umsøkjarar skulu eisini hava diplomatiskan sans, hava evni til at hugsa strategiskt, eins og duga at samskifta á ymiskum stigum. Tað er fyrimunur, at umsøkjarar hava innlit í almennu fyrisitingina og uttanríkisøkið.

Harafturat skal viðkomandi duga væl at skriva og vera stinnur í føroyskum eins væl og í enskum máli. Kunnleiki til onnur viðkomandi fremmandamál er ein fyrimunur.

Løn og setanartreytir
Størvini verða sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og viðkomandi yrkisfelag. Roknast kann við, at arbeiðstíðin stundum fellur uttanfyri vanliga arbeiðstíð.

Nærri kunning um starvið
Umsøkjarar eru vælkomnir at venda sær til Gunnar Holm-Jacobsen, stjóra fyri uttanríkistænastuna, á tel. 556106 at fáa nærri upplýsingar.

Umsóknir
Umsóknir við prógvum, lívsrensli (c.v.) o.ø. skulu sendast til: uvmr@uvmr.fo. Umsóknir skulu vera Uttanríkis- og vinnumálaráðnum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 29. september 2019. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Uttanríkistænastan - ið bygnaðarliga er partur av Uttanríkis- og vinnumálaráðnum -  Uttanríkistænastan røkir føroysk áhugamál úti í heimi til tess at styrkja tilverugrundarlagið í Føroyum og røkir og samskipar uttanríkispolitiska arbeiði landsstýrisins.

Arbeiðsøkið fevnir um millumlandasamtarv, heruppií handilsviðurskifti, trygdarmál,  havtilfeingi, økisbundið samstarv - heruppií norðurlandamál og arktiskt samstarv, altjóðarætt, tjóðar-branding, menningarsamstarv, neyðhjálp, protokoll, útflutningsframa og konsularviðurskifti. Harafturat varðar uttanríkistænastan av limaskapum í fleir- og millumtjóðafelagsskapum sum IMO, FAO, UNESCO, NEAFC, NAFO, NASCO, IWC, NAMMCO, Arktiska Ráðnum og Norðurlendska Ráðharraráðnum. 

Sendistovurnar í Brússel, London, Reykjavík, Keypmannahavn, Moskva og Beijing eru partur av uttanríkistænastuni. 

www.uvmr.fo

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.