Sjálvgreiðslan
Skriva út
Landssjúkrahúsið
Lagt út: 22.04.21
Umsóknarfreist: 16.05.21

Søkt verður eftir frítíðaravloysarum til reingerð á Landssjúkrahúsinum

Tænastudeildin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir frítíðaravloysarum í reingerð, at byrja skjótast til ber.

Um størvini
Vit bjóða eitt gott arbeiðsumhvørvi, við góðum starvsfeløgum.

Arbeiðið snýr seg um at gera reint á sjúkrastovum á ymiskum deildum á Landssjúkrahúsinum.

Eisini skal tú bera mat til sjúklingarnar, vit eru partur av at borðreiða bæði morgunmat, døgurða, millummála og náttverða. Tað inniber, at tú kemur tætt uppá og hevur eitt samskifti við sjúklingar.

Arbeitt verður áleið 32 tímar um vikuna. Dagliga arbeiðstíðin er skiftandi, hon er millum kl. 08.00 – 15.00 ella frá kl. 08.00 – 14.00, og aftur kl. 17.00 – 19.00.

Eisini kemur tú møguliga at arbeiða í skiftandi vikuskiftisvaktum.

Vit vænta, at umsøkjarar hava:

  • Góðan røkjuskap og ábyrgdarkenslu
  • Eru fyrikomandi og kunnu arbeiða sjálvstøðugt
  • Ganga høgt upp í reinføri
  • Tað er ein fyrimunur, men ikki eitt krav, um tú hevur arbeiðsroyndir.

Upplýsingar
Vilt tú vita meira um størvini, ber til at venda sær til Tænastudeildina á tlf. 304500, lokal 1240 ella Súsannu Nolsøe, menningarsamskipara á tlf. 304500, lokal 1245 teldupost: susanna.nolsoe@ls.fo

Setanartreytir:
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmálan millum Fíggjarmálaráðið og Havnar Arbeiðskvinnufelag.

Umsóknarfreistin er 16. mai 2021.

Viðmæli kunnu havast við til møguliga samrøðu.

Landssjúkrahúsið
Landssjúkrahúsið er deilt upp í 6 ymiskar deplar, sum ymsu deildirnar virka undir. Tænastudeildin virkar undir Tænastudeplinum. Á okkara heimasíðu www.ls.fo, undir leinkinum “Um okkum” kanst tú lesa um Landssjúkrahúsið, okkara visión, missión og strategimál.

MRSA
Um viðkomandi, sum sett/ur verður, hevur starvast uttan fyri Føroyar, og/ella har útbrot av MRSA hava verið á arbeiðsplássinum síðstu 6 mðr., skal MRSA skjalaváttan vísast, áðrenn byrjað verður í starvinum.

Vinarliga søk starvið her 

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna