Sjálvgreiðslan
Skriva út
Mat & Moldmentanarháskúlin
Lagt út: 31.08.21
Umsóknarfreist: 24.09.21

Skúlastjóri við áhuga í mati og mold (Freistin longd)

Mat- og Moldmentanarháskúlin á Sandi skal hava nýggjan stjóra, ið dugir, at byggja felagsskap og rammur um virðir okkara.

Okkara háskúli hevur náttúruna, tilfeingið úr henni og lívið í henni, sum snúningsás. Vit eru upptikin av burðardygd, av grønum livihátti, og av at gagnnýta tað, sum er beint rundan um okkum.

At vera sjálvbjargin og at framleiða sítt egna eru grundvirði á skeiðum okkara.

Mat- og Moldmentanarháskúlin hevur longri og styttri skeið alt árið. Trý starvsfólk eru í føstum starvi. Harafturat koma uttanhýsis skeiðshaldarar.

Tú hevur sum stjóri ábyrgd av at tryggja rakstur og karmar hjá skúlanum, av at skúlin hevur eina góða kós, og av at starvsfólk og næmingar trívast.

Afturat tær hevur tú eitt stýri at samstarva og sparra við.

Vit vilja fegin finna ein stjóra, sum:

  • dugir at samansjóða næmingar og starvsfólk
  • setir náttúru og burðardygd høgt 
  • dugir at umseta visjónir til miðvíst arbeiði 
  • kann vera við í tí stuttliga og taka ábyrgd av tí formliga
  • tekur hond um starvsfólk og næmingar 
  • hevur viðkomandi útbúgving og royndir, til dømis innan: landbúnað, garðyrkisfrøði, matgerð, undirvísing, umhvørvisvernd ella lívfrøði.

Royndir í skúlaleiðslu ella aðrari leiðslu eru ein fyrimunur, tó ikki eitt krav.

Arbeiðsstaðurin er á Sandi.

Starvið er lønt í 34. lønarflokki eftir sáttmálanum hjá Tænastumannafelagnum, tó uttan at vera tænastumannastarv, og verður sett skjótast gjørligt.

Umsóknir verða at senda til moldmentan@moldmentan.fo áðrenn 24. september 2021

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna