Sjálvgreiðslan
Skriva út
Løgmansskrivstovan
Lagt út: 26.11.19
Umsóknarfreist: 11.12.19

Skrivstovustarv á Løgmansskrivstovuni

Vit sóknast eftir einum dugnaligum, ágrýtnum og nærløgdum skrivstovfólki

Um starvið:
Talan er um eitt spennandi og avbjóðandi starv. Starvið fevnir fyrst og fremst um at samskipa og fyrireika tilfar til landsstýrisfundir og stjóraráðsfundir. Starvsfólkið verður eisini avloysari fyri skrivara løgmans.

Starvið fevnir um almenna umsiting. Hetta merkir, at tú arbeiðir við nógvum ymiskum fyrisitingarligum uppgávum og samskipan saman við øðrum starvsfólkum á Løgmansskrivstovuni.

Starvsuppgávurnar eru m.a. samskipan, fyrireiking av tilfari, journalisering, avgreiðsla og arbeiði við heimasíðu og samskifti.
Harumframt fevnir starvið um aðrar skrivarauppgávur av ymsum slagi.

Førleikakrøv:
Vit vænta:

  • at tú hevur skrivstovuútbúgving, t.d. í almennari fyrisiting,
  • at tú hevur góð samskipanarevni og dugir væl at arbeiða skipað og við fleiri uppgávum í senn,
  • at tú ert fyrikomandi,
  • at tú hevur góð samskiftis- og samstarvsevni,
  • at tú ert høvisk/-ur, umhugsin og varin, tá hetta krevst og
  • at tú dugir væl at skriva føroyskt og helst eisini danskt og enskt.

Setanarviðurskifti:
Starvið er eitt fulltíðarstarv.

Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið.

Setanarøkið fevnir um Løgmansskrivstovuna, hini stjórnarráðini og stovnar undir. Tænastustaðurin er í løtuni Løgmansskrivstovan.

Umsókn:
Umsóknir við upplýsingum um útbúgving, lívsgongdarlýsing og møgulig viðmæli skulu sendast til:

Løgmansskrivstovan
Tinganes
Postrúm 64
110 Tórshavn
Ella: info@tinganes.fo

Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 11. desember 2019 kl. 12.00. Starvið verður sett frá 1. februar 2020 ella eftir nærri avtalu.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Rúna Rasmussen, deildarstjóra, runir@tinganes.fo, tel.: 30 60 00 ella 55 10 41.

________________________________________________________________________________________

Løgmansskrivstovan er fyrisiting løgmans.

  • Løgmansskrivstovan tænir løgmanni í at skipa landsstýrisarbeiðið og hevur ábyrgdina av at fyrireika, fremja og hava eftirlit við teimum
    uppgávum, sum løgmaður hevur samsvarandi stýrisskipanini. Tær eru samskipan og fyrisiting. Løgmaður fyrisitur eisini lógarmál.
  • Stevnumið Løgmansskrivstovunnar er at fremja mál løgmans og at samskipa fyrisitingina, so at politikkur landsins verður útintur á fullgóðan og lógligan hátt, og so at øllum verður tryggjað ein holl og reiðilig tænasta
Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.