Sjálvgreiðslan
Skriva út
Landsverk
Lagt út: 31.07.20
Umsóknarfreist: 18.08.20

Skrivstovunæmingur

Droymir tú um eina starvsleið innan skrivstovuøkið, og kundi tú hugsað tær at arbeitt á einum stórum arbeiðsplássi við fjølbroyttum arbeiðsuppgávum? So er tað kanska tær, vit leita eftir.

Vit sóknast eftir nærløgdum skrivstovunæmingi til skrivstovuna í Havn.

Um læruplássið
Sum skrivstovunæmingur á Landsverki fært tú eina góða yrkisútbúgving á einum sera fjølbroyttum og spennandi arbeiðsplássi. Í lærutíðini skiftir tú millum at vera á arbeiðsplássinum og ganga í skúla.

Tú sleppir at royna teg við fjølbroyttum – bæði praktiskum og umsitingarligum - uppgávum á Fíggjardeildini og á Deildini fyri Skipan og Menning, og fert at læra um millum annað:

  • Bókhald
  • Lønarumsiting
  • Journal
  • Móttøku
  • Tolling
  • Starvsfólkaumsiting

Um teg
Tú hevur miðnámsútbúgving, ert væl fyri innan KT, og dugir væl at brúka Office pakkan. Harumframt er týðandi at tú dugir væl at skriva føroyskt og at fáast við tøl.

Sum persónur ert tú sera væl skipað/-ur, og hevur eyga fyri smálutum. Harumframt ert tú  fyrikomandi og tænastusinnað/-ur, og altíð til reiðar at rætta eina hjálpandi hond, tá ið á stendur.

Setanarviðurskifti 
Talan er um lærupláss, har tú fært útbúgving í fyrisiting. Hevur tú Búskaparbreyt ella HH er lærutíðin 2 ár, og hevur tú gymnasiala útbúgving av øðrum breytum, so er lærutíðin 2 ár og 6 mánaðir. 

Løn og setanartreytir annars eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið.

Umsóknir
Umsókn við lívsrensli og prógvi skulu sendast umvegis heimasíðu okkara www.landsverk.fo og vera okkum í hendi í seinasta lagi 18. august 2020.   

Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Ásu Ósá, HR-leiðara á tlf. 290 816 ella teldupost asos@lv.fo.

Fakliga og óheft røkir Landsverk tað verandi, byggir tað nýggja og fyrireikar tað komandi. Vit tryggja heildarmyndina av landsins bygningum og infrakervi – nú og í framtíðini.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna