Sjálvgreiðslan
Sp/f EL.FO
Lagt út: 12.08.19
Umsóknarfreist: 23.08.19

Skrivstovulærlingur til El.fo

Vit sóknast eftir ágrýtnum og nærløgdum lærlingi til bókhaldið og fyrisitingina.

Í lærutíðini kemur tú at gera bókhalds- og skrivstovuarbeiðið, at samskifta við kundar og avgreiða aðrar fyrifallandi uppgávur.

Útbúgving og royndir:
Vit vænta, at tú:

  • FHS, HH ella búskaparbreyt.
  • Dugir væl at samskifta á føroyskum, donskum og enskum, bæði í skrift og talu.
  • Hevur góðar telduførleikar viðvíkjandi office-forritum, sosialum miðlum og heimasíðu.

Persónligir eginleikar:
Vit vænta av tær, at tú hevur fylgjandi eginleikar:

  • Hevur góð samstarvsevni og ert fleksibul.
  • Ert ábyrgdarfull/ur og miðvís/ur.
  • Kanst arbeiða sjálvstøðugt sum frá líður.
  • Ert álítandi og vísir øðrum virðing.

Setanarviðurskifti:
Starvið sum skrivstovulærlingur verður løn sambært avtalu við S&K. Áhugaðir umsøkjarar, ið ynskja at vita meira um starvið, eru vælkomnir at venda sær til Duritu Krosstind, roknskaparleiðara tlf 739511 ella skriva teldupost til durita@el.fo.

Umsókn
Skrivligar umsóknir við prógvum og viðmælum skulu vera El.fo í hendi í seinasta lagi 23. august 2019 kl. 12:00. Umsóknir kunnu sendast í telduposti til el@el.fo ella við posti til El.fo, Gamli Velbastaðvegur 43B, 100 Tórshavn.  Rætti umsøkjarin byrjar í skrivstovulæru skjótast til ber.

Um El.fo:         
El.fo starvast við øllum innan el-arbeiði og er ein heildarveitari av elektriskum anleggum og skipanum til sterkstreym og veikstreym. El.fo er ein fyritøka í menning og tað starvast í løtuni 18 fólk hjá El.fo, harav flestu arbeiða úti hjá kundum.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.