Sjálvgreiðslan
Skriva út
Strandfaraskip Landsins
Lagt út: 01.10.20
Umsóknarfreist: 05.11.20

Skrivstovufólk til Strandfaraskip Landsins

Starvsfólkadeildin sóknast eftir einum ágrýtnum skrivstovufólki til fulltíðarstarv. Talan er um eitt tíðaravmarkað starv í samband við barnsburðarfarloyvi fram til 1. mars 2022. Tú skal kunna byrja í starvi 1. desember 2020.

Á Starvsfólkadeildini verður arbeitt miðvíst ímóti at styrkja starvsfólkaøkið hjá Strandfaraskip Landsins, og tær verður bjóða eitt fjølbroytt og avbjóðandi starv á einum framburðarfúsum arbeiðsplássi í støðugari menning. Tú kemur at arbeiða sjálvstøðugt við møguleika at ávirka egnan arbeiðsdag og at taka ábyrgd av egnari fakligari og persónligari menning.

Tínar høvuðsuppgávur eru:

  • Røkja almennar fyrisitingarligar uppgávur innan sáttmála- og starvsfólkaviðurskifti
  • Samskipa skeiðir, tiltøk o.a.
  • Viðlíkahald av tilknýtum HR-skipanum
  • Menna og seta í verk mannagongdir innan ábyrgdarøki
  • Annað fyrifallandi arbeiði

 

Sum skrivstovufólk vænta vit, at tú:

  • Hevur hóskandi útbúgving
  • Ert forvirkin og tilvitað/-ur um týdningin av at halda tíðarfreistir og avtalur
  • Hevur hegni at arbeiða sjálvstøðugt eins væl í toymi – ein, ið hevur góð samstarvsevnir
  • Ert skipað/ur, álítandi, jalig/ur og tænastusinnað/ur
  • Trívist við broytingum og sær týdningin av nýhugsan
  • Hevur góðan telduførleika
  • Dugir væl at samskifta bæði málsligt og skriftligt

Setanar- og lønarviðurskifti
Dagligi arbeiðsstaðurin er á Tvøroyri. Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið í lønarflokki 4.

 Umsókn
Umsókn við avritum av viðkomandi prógvum og møguligum viðmæli verða at senda til Eyðhild Jacobsen, leiðsluskrivara á teldupost eyj@ssl.fo ella til:

Strandfaraskip Landsins
Sjógøta 5
Postrúm 30
810 Tvøroyri

Umsóknarfreistin er mikudagin 4. november 2020. Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Elina Jacobsen, starvsfólkaleiðara, á teldupost elj@ssl.fo ella á fartelefon nr. 293015.

 

Um Strandfaraskip Landsins
Strandfaraskip Landsins (SSL) eru landsfyritøka undir Fíggjarmálaráðnum. Endamálið hjá SSL er at lúka landsins tørv á innanlands fólka- og farmaflutningi. SSL umsitur 28 farleiðir, harav 8 oyggjaleiðir og 20 bygdaleiðir. Til at røkja hesar leiðir hevur SSL 8 ferjur og 40 bussar. Samlaða ferðafólkatalið í 2019 var umleið 1,2 milliónir. Til at røkja hesar tænastur hevur SSL umleið 160 starvsfólk, svarandi til eini 120 ársverk.

 

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna