Sjálvgreiðslan
Skriva út
P/F SMS
Lagt út: 23.06.20
Umsóknarfreist: 12.07.20

Skrivstovufólk til P/F SMS

Talan er um eitt barnsburðarfarloyvisstarv at byrja 15. august 2020 og eitt ár fram.

Á høvuðsskrivstovuni starvast 15 fólk. Harav eru átta í bókhaldinum. Uppgávurnar á SMS Skrivstovuni fevna um at taka sær av umsitingini hjá P/F SMS samtakinum, eitt nú bókhaldi, tollavgreiðslu og løn. SMS Samtakið fevnir um tvær handilsmiðstøðir, handlarnar Bónus, Mylnan, Miklagarður, matarstøðini í SMS og nøkur dótturfeløg. Samtakið er í støðugari menning, og uppgávurnar hjá bókhaldinum eru tí bæði spennandi og í tíðum avbjóðandi.

Um teg
Vit leita eftir einum starvsfólki, ið hevur útbúgving ella royndir innan skrivstovuyrki. Royndir við forritunum Navision, e-toll og Løttløn er ein fyrimunur, men onki krav.

Arbeiðstíðin er 39 tímar um vikuna, og lønin er sambært avtalu.

Eru spurningar til starvið, kanst tú venda tær til Susanne Nielsen, fíggjarleiðara, á susanne@sms.fo ella skrivstovuleiðari Mary Husgaard mary@sms.fo.

Tú søkir starvið her https://starv.sms.fo/Application/Index/8

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.