Sjálvgreiðslan
IRF
Lagt út: 01.07.19
Umsóknarfreist: 21.07.19

Skrivstovufólk til IRF

IRF søkir við hesum eftir skrivstovufólki at byrja 15. august 2019 ella skjótast til ber.

Talan er um eitt fulltíðarstarv, sum m.a. fevnir um:                            

  • Telefonavgreiðslu
  • Ordramóttøku
  • Skráseting av uppgávum
  • Fakturering
  • Debitorrøkt
  • Annað skrivstovuarbeiði

Allar skrásetingar verða dagliga førdar á teldu, og tí er tað neyðugt, at umsøkjarin hevur góðan praktiskan og teoretiskan kunnleika til skrivi-, rokni- og telduarbeiði. Kunnleiki til Microsoft Dynamics NAV 2016 er ein fyrimunur.

Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Hevur tú hollar royndir innan skrivstovuyrkið og ástøðiliga útbúgving, ert tú møguliga tann, vit søkja.

Nærri fæst at vita um starvið við at tosa við Hallgerð Lervig, tlf. 234211/414243

Skrivlig umsókn við avriti av prógvum og møguligum ummælum verður at senda til sl@irf.fo.

Umsóknin skal vera okkum í hendi innan mánadagin 21. juli 2019.

Vit bjóða

Tú verður partur av stórari fyritøku, sum hevur víðfevnandi virksemi kring allar Føroyar. Starvsfólkahópurin hjá okkum telur áleið 100 starvsfólk og millum hesi teljast mong, ið hava verið hjá felagnum í nógv ár. Vit eru errin av okkara starvsfólkum, sum lyfta eina uppgávu av stórum samfelagsligum týdningi.

Um IRF

Ístaðin fyri at brenna virðismikið tilfeingið, sum møguliga kundi verið endurnýtt, ynskir IRF at spæla ein týðandi leiklut í arbeiðinum móti einum grønari búskapi, har alsamt minni verður brent og alsamt meira verður endurnýtt, umhvørvinum og okkum øllum at frama. Við útgangsstøði í hesum er visjón felagsins at gera Føroyar grønar.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.