Sjálvgreiðslan
Skriva út
FK Tórshavn
Lagt út: 29.04.21
Umsóknarfreist: 12.05.21

Skrivstovufólk til FK í miðbýnum

Føroya Keypssamtøka søkir eftir skrivstovufólki til deildina í Dr. Jakobsensgøtu.

Starvið er fjølbroytt og avbjóðandi, og fevnir um vanligt skrivstovuarbeiði, telefonavgreiðslu, vørumóttøku og bókhald.

Um teg
Vit vænta, at tú arbeiðir skipað, ert røkin og álítandi. Royndir frá líknandi starvi er ein fyrimunur, men ikki ein treyt.

Arbeiðstíðin er umleið 20 tímar um vikuna og í gerandisdøgum. Hetta verður avtalað nærri við setan.

Starvið verður sett skjótast til ber ella eftir nærri avtalu.

Løn sambært sáttmála við S&K.

Hevur tú spurningar um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Áka Jespersen tlf. 210648 teldupost aj@fk.fo.

Umsóknarfreistin er 12. mai 2021. Skrivlig umsókn saman við viðkomandi skjølum skal sendast við telduposti til aj@fk.fo

FK í miðbýnum
Dr. Jakobsensgøta 4
Tórshavn

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna