Sjálvgreiðslan
Glasir
Lagt út: 09.08.19
Umsóknarfreist: 22.08.19

Skrivstovufólk á Glasi

Vit sóknast eftir skrivstovufólki at starvast á skrivstovuni á Glasi.

Ábyrgdarøki
Talan er um at loysa skrivstovuuppgávur innan miðnámsskúlaøkið og hægri útbúgvingar, millum annað:

  • samskifti við næmingar og lærarar
  • starvast í móttøkuni, sum partur av toyminum í fyrisitingini
  • skráseta næmingar, umsita tímatalvur, høli v.m.
  • samskipa og skráseta próvtøkur, próvtøl o.a.
  • málsviðgerð
  • leggja tilfar heimasíðu
  • umsita teldupost
  • aðrar fyrisitingarligar uppgávur

Førleikakrøv

  • skrivstovuútbúgving
  • góðan telduførleika
  • góðan málsligan førleika

Vit ímynda okkum, at tú

  • tolir eitt skiftandi arbeiðsumhvørvi við ymiskum uppgávum
  • kunnleika til og royndir innan útbúgvingarumsiting
  • hevur góð evni at samstarva og samskifta
  • leggur dent á góða tænastu
  • dugir at arbeiða sjálvstøðugt
  • ert røkin og væl skipað/-ur
  • ert áhugað/-ur í útbúgvingarviðurskiftum

Setanarviðurskifti
Talan er um fulltíðarstarv. Starvið er lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið.

Setanarstaður er Glasir.

Umsóknir
Umsókn við avritum av prógvum og viðkomandi skjølum skulu sendast til starv@glasir.fo. Umsóknin skal vera skúlanum í hendi 22. august 2019.

Meira kunning um starvið fæst við at venda sær til Ainu L. Knudsen, fyrisitingarleiðara, teldupostur alk@glasir.fo.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.