Sjálvgreiðslan
Sernám
Lagt út: 11.07.19
Umsóknarfreist: 25.07.19

Skrivari til Sernám

Søkt verður eftir einum skrivara. Talan er um eitt fulltíðar starv at seta frá 15. august 2019 ella
skjótast eftir tað. Arbeiðsøkið hjá Sernámi er um alt landið. Hetta starvið er staðsett í Tórshavn.

Høvuðsuppgávan í starvinum er:
Skrivligt og munnligt samskifti við viðskiftafólk
Telefonavgreiðsla
Skjalaskráseting
Vanligar skrivarauppgávur

Førleikakrøv:
Skrivstovuútbúgving ella útbúgving, sum kann javnmetast
Royndir við journalarbeiði og kunnleika til skipanina 360
Góðar KT-førleikar
Dugir væl at orða seg í skrift og talu
Dugir væl at arbeiða sjálvstøðugt og undir trýsti
Tænastusinni

Vit bjóða:
Fjølbroytt og sjálvstøðugt starv við skiftandi uppgávum og nógvum samskifti við stovnar, skúlar
og foreldur. Hetta er í tøttum samstarvi við starvsfólkini í Sernámi.

Setanartreytir til starvið:
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Margreth Olsen, stjóra, á telefon 360 200
ella í teldubrævi til margreth@sernam.fo.

Umsóknarfreist:
Umsóknir við avriti av prógvum, CV og øðrum viðkomandi skjølum, skulu vera okkum í hendi í
seinasta lagi hósdagin 25. juli 2019 og skulu sendast til:

SERNÁM
Á FRÆLSINUM 32 . POSTRÚM 2036 . FO-110 TÓRSHAVN . TLF 360200 . FAX 310196 . SERNAM@SERNAM.FO . WWW.SERNAM.FO
Sernám
á Frælsinum
Postboks 2036
FO-110 Tórshavn
ella sum teldubræv til sernam@sernam.fo

Í Sernámi eru ymiskir fakbólkar, sum veita ráðgeving til stovnar og skúlar í Føroyum.
Sernám veitir sernámsfrøðiliga ráðgeving og vegleiðing, soleiðis at børn og ung (0-18 ár) kunnu styrkjast í menningini, sum umfatar sosiala, kropsliga, persónliga, málsliga og kognitiva menning.
Í løtuni er Sernám í eini broytingartilgongd, og tann, ið settur verður, má vera sinnaður at luttaka
virkin í hesi tilgongd umframt tola broytingar í starvinum.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.