Sjálvgreiðslan
Skriva út
Umhvørvisstovan
Lagt út: 19.03.20
Umsóknarfreist: 15.04.20

Skógrøkt skal hava nýggjan leiðara

Skógrøkt røkir viðarlundir og mennir plantuvøkstur, sum gagnar føroyska sam felagnum. Vit savna inn vitan og ala fram trø og runnar, sum hóska til veðurlag og landslag í Føroyum. Ráðgeving til ein staklingar, stovnar og fyri tøkur er týdningar mikil partur av arbeiðinum.

Skógrøkt hevur brúk fyri einum leiðara, sum fær okkara vitan og royndir fram á pallin, og sum dugir at skapa samstarv millum Skógrøkt og aðrar partar á náttúru økinum. Vit ynskja,
at nýggi leiðarin er savnandi, dugir at menna hvørt einstakt starvsfólk og skapa bestu arbeiðsumstøður.

Vit vænta, at leiðarin fer at hava sum mál at:

  • Skógrøkt verður sjónlig í almenna rúminum
  • Víðka um úrvalið av føroyskt fram leiddum vørum
  • Veita holla ráð geving um plantu vøkstur
  • Økja áhugan fyri træ planting og viðar lundum
  • Vitanin, sum Skógrøkt fær til høldar, verður almanna kunnug
  • Fáa í lag og røkja inn lendis og millum landa sam størv innan plantu aling og um hvørvi

Skógrøkt er deild undir Umhvørvisstovuni, og starvsheitið er leiðari fyri Skógrøkt. Partur av starvinum er at vera skrivari fyri Skógfriðingarnevndina. Leiðarin fær eisini ábyrgd av at tryggja, at vitanin og virksemið á Skógrøkt kann gagna øðrum nær tengdum uppgávum, t.d. innan marg feldis skrá seting og náttúrufyrisiting.

Hóskandi útbúgving hjá nýggja leiðaranum kundi verið plantu frøðingur, lív frøðingur ella skóg brúksfrøðingur. Eisini fólk við øðrum útbúgvingum og drúgvum, við komandi royndum eru vælkomin at søkja. Hóast formlig leiðsluútbúgving ikki er ein treyt, so er umráðandi, at tú í umsóknini lýsir tínar leiðslu royndir og -eginleikar, umframt tínar hugsanir um, hvussu tú fremur eitt gott og kveikjandi arbeiðsumhvørvi, og hvussu tú sært leiklutin sum partur av leiðslu toyminum á Umhvørvisstovuni.

Skógrøkt er staðsett á Gróðurstøðini í Hoydølum, har plantualing og søla fer fram, men viðar lundirnar kring landið hoyra við til arbeiðsøkið.

Umsókn
Umsókn við prógvum og CV, umframt møgulig viðmæli, skulu sendast við telduposti til starv@us.fo, frámerk ‘Leiðari Skógrøkt’.

Umsóknir skulu vera Umhvørvisstovuni í hendi í seinasta lagi 15. apríl 2020.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Sigurð í Jákupsstovu, stjóra, á telefon 234388 ella við telduposti á sigurdj@us.fo.

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og viðkomandi yrkisfelag.

Umhvørvisstovan
Umhvørvisstovan er stovnur undir Umhvørvis og vinnumálaráðnum - sí www.us.fo.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.