Sjálvgreiðslan
Skriva út
Tórshavnar Kommuna
Lagt út: 13.01.21
Umsóknarfreist: 27.01.21

Savnavørður til Tórshavnar Býarsavn

Tórshavnar býarsavn søkir eftir savnsvørði at seta í starv 1. mars 2021 ella skjótast til ber. Talan er um starv, ið hevur verið skipað sum fyribils starv, men sum nú verður skipað sum fast starv.

Sum savnsvørður á Býarsavninum fært tú ábyrgd av goymsluni hjá savninum umframt at arbeiða við planlegging og menning av framsýningum. 

Uppgávur
Høvuðsuppgávurnar hjá savnsvørðinum eru at: 

  • Standa fyri skráseting av lutum og at skipa goymsluna
  • Luttaka í arbeiðinum at menna og samskipa framsýningar, bæði serframsýningar og komandi føstu framsýningina hjá savninum  
  • Luttaka í øðrum uppgávum á savninum m.a. røkt av heimasíðu og sosialum miðlum, samskipan av vitjanum og ymiskum øðrum dagligum arbeiði

Útbúgving og førleikar

Vit vænta, at tú hevur: 

  • Hægri útbúgving innan søgu, fólkalívsfrøði, fólkaminnisfrøði ella antropologi
  • Hollar royndir at arbeiða við verkætlanum á savnsøkinum  
  • Fakligan kunnleika um skrásetingarskipanina SARA og royndir at arbeiða við skipanini
  • Vitan um varðveitslu av savnslutum og royndir at arbeiða við hesum 
  • Góðan telduførleika og tøkniligan førleika at røkja heimasíður 
  • Góðan málsligan kunnleika, serliga í føroyskum
  • Góð evni at arbeiða við fjølbroyttum uppgávum

Um starvið 
Talan er um fjølbroytt starv, og tað er neyðugt at kunna arbeiða bæði analytiskt og praktiskt. Starvið gevur tær møguleika at vera við til at menna og seta í verk ætlanirnar fyri Tórshavnar býarsavn. Tú kemur at arbeiða í tøttum samstarvi við savnsleiðaran og verkætlanarsett fólk í sambandi við framsýningar og verkætlanir.  

Lønar- og setanartreytir
Starvið verður sett og lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag. 

Fleiri upplýsingar
Umsøkjarar kunnu seta seg í samband við Margrethu Nónklett, leiðara á Býarsavninum, tlf. 286648, fyri at fáa meira at vita um starvið.

Umsóknir
Umsóknir við avritum av prógvi, CV og viðkomandi skjølum skulu sendast til torshavn@torshavn.fo

Umsóknarfreistin er mikudagin 27. januar 2021. Viðmerkjast skal: Savnsvørður til Býarsavnið. 

---------------

Um Tórshavnar býarsavn 
Tórshavnar býarsavn er stovnur undir Mentamáladeildini í Tórshavnar kommunu. Býarsavnið skal savna, skráseta og sýna fram lutir, sum lýsa livihátt, starvslíkindi og mentan í Tórshavnar kommunu gjøgnum tíðina. 

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna