Sjálvgreiðslan
Skriva út
BankNordik
Lagt út: 20.05.20
Umsóknarfreist: 14.06.20

Samskiftisfólk til Marknaðardeildina

Vit sóknast eftir einum dugnaligum og ágrýtnum samskiftisfólki til Marknaðardeildina, ið hevur ábyrgd av branding, marknaðarføring og samskifti í samtakinum - bæði í Føroyum, Danmark og Grønlandi.

Starvið
Sum samskiftisfólk á Marknaðardeildini fært tú ein virknan leiklut í arbeiðinum at leggja til rættis og evna til bæði innanhýsis og uttanhýsis samskifti bankans. Arbeiðið fevnir m.a. um at framleiða og rættlesa skrivligt tilfar til heimasíðu, intranet, tíðindi, kundabrøv, faldarar, starvslýsingar og annað. Tú fært eisini ábyrgd av at dagføra og áhaldandi menna heimasíðu, intranet og profilarnar hjá samtakinum á sosialu miðlunum. Harumframt verður talan um aðrar fyrifallandi uppgávur.

Førleikakrøv
Tú hevur viðkomandi hægri útbúgving umframt royndir og førleikar innan samskifti og marknaðarføring. Tú dugir væl at skriva lættan og greiðan tekst, og tað er eitt krav, at tú ert sera stinn/ur í bæði føroyskum og donskum máli. Tað er ein fyrimunur, um tú eisini ert køn/ur í enskum máli. Persónligu eginleikar tínir eru m.a. opinleiki, framsøkni, góð samskiftisevni umframt sjálvstøðugt og miðvíst arbeiðslag. Harafturat megnar tú at hava greiðu á fleiri ymiskum uppgávum í senn.

Vit bjóða
Eitt spennandi og fjølbroytt starv í einum góðum, nútímans og livandi arbeiðsumhvørvi. Talan er um eitt fulltíðarstarv, ið verður sett sum skjótast.

Umsókn
Tú søkir starvið her. Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 14. juni 2020.

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Turið Finnbogadóttir Arge, rakstrarstjóra, á telefon 330 678 ella á tfa@banknordik.fo.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.