Sjálvgreiðslan
Skriva út
Listasavn Føroya
Lagt út: 13.01.21
Umsóknarfreist: 01.02.21

Samskiftis- og listamiðlari til listasavn Føroya

Listasavn Føroya søkir eftir einum royndum samskiftis- og listamiðlara at byrja 1.3.2021 ella sum skjótast.  

Dámar tær at miðla list, og ert tú dugnalig/ur at skipa fyri miðlanarverkætlanum og tiltøkum? Ert tú roynd/ur við sosialum miðlum og dugir at samskifta við fjølmiðlarnar? So ert tú møguliga okkara komandi starvsfólk.

Listasavn Føroya leitar eftir nýggjum samskiftis- og listamiðlarastarvsfólki at arbeiða fulla tíð at røkja menningina av miðlanartiltøkunum á Listasavninum, hava ábyrgd av tiltøkum fyri barnafamiljur og vaksin, umframt at taka sær av virkseminum hjá Listasavninum á sosialum miðlum. Talan er um eitt nýtt fast starv, har tú hevur møguleikan at seta dám á innihaldið.

Arbeiðsuppgávur:

  • Menna og fremja miðlanarverkætlanir til framsýningar og til fasta savnið – skrivligar, munnligar og møguliga auditivar.
  • Vera akkersfólk og hugskotsmennari á tiltøkum, ferniseringum, verkstøðum fyri familjur o.a.
  • Skriva tekstir og taka myndir til sosialar miðlar (Insta og FB) og heimasíðuna.
  • Skriva tíðindabrøv og seta teg í samband við fjølmiðlarnar.

Vit vænta:

  • at tú hevur yrkisroyndir við miðlan, tiltøkum og sosialum miðlum frá einum listastovni.
  • At tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt og skipað við miðlan og við sosialum miðlum.
  • At tú ert útvend/ur og trívist millum skúlaflokkar, barnafamiljur og bólkar við vaksum fólki.
  • At tú dugir at menna hugskot og vera samskipari til størri tiltøk og verkætlanir.
  • At tú trívist í einum skiftandi gerandisdegi og í einum dynamiskum arbeiðsumhvørvi.
  • At tú altíð tekur ímóti gestum á Listasavninum við einum blíðum smíli.
  • At tú skrivar lýtaleyst føroyst.

Vit bjóða:
Eitt spennandi arbeiðspláss í stórari menning, har tað altíð eru glaðir gestir og eldhugaðir skúlanæmingar – í einum húsi við bestu samlingini av føroyskari list. Starvið kann vera lagað eftir tínum førleikum, og í framtíðini kann starvið eisini umfata listafakligar arbeiðsuppgávur. Umsøkjarar við listasøguligari ella miðlanarbakgrund, umframt royndum við verkætlanarleiðslu innan mentan, hava ein fyrimun.

Talan er um fast starv, fulla tíð, og løn sambært galdandi sáttmála og førleikum. Arbeiðstíðirnar eru mánadag til fríggjadag sum oftast millum kl. 9.00-16.30. Kvøld- og vikuskiftisarbeiði kemur fyri, tá tiltøk eru á skrá.

Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at ringja ella skriva til stjóran á Listasavninum Karinu Lykke Grand á 214282 ella karina@art.fo.

Umsókn (um møguligt, er gott um hon er bæði á føroyskum og donskum) og viðkomandi prógv skulu sendast áðrenn 1. februar 2021 til karina@art.fo.

Eftir ætlan vera starvssamrøður í viku 6. Starvsbyrjan er 01.03.2021 ella skjótast møguligt.

Tú kanst lesa meira um Listasavn Føroya her: www.art.fo

 

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna