Sjálvgreiðslan
Skriva út
GrannskoðaraStovuna í Runavík Spf
Lagt út: 24.10.19
Umsóknarfreist: 30.11.19

Roknskaparnæmingur til GrannskoðaraStovuna í Runavík

Kundi tú hugsa tær eina roknskaparliga yrkisleið? Sum næmingur á GrannskoðaraStovuni fær tú eina fjølbroytta og spennandi útbúgving.
Tú verður partur av eini fyritøku, ið hevur fleiri enn 30 ára roynir innan grannskoðan og fíggjarliga ráðgeving.
Talan er um eina skrivstovuútbúgving við roknskapi sum sergrein.

Tín vangamynd
Vit vænta at tú hevur áhuga fyri bókhaldi og roknskapi.
Sum persónur vænta vit, at tú ert arbeiðssom/samur, røkin og hevur eyga fyri smálutum.
Umráðandi er at tú hevur góð samstarvsevnir, ert opin og álítandi.
Viðkomandi miðnámsútbúgving ella samsvarandi útbúgvning er eitt krav.

Vit bjóða
Vit bjóða eitt fjølbroytt lærupláss við bæði fakligum og persónligum avbjóðingum.
Í lærutíðini verður tú partur av øllum dagligu uppgávunum innan grannskoðarayrkið á skrivstovuni.
Tú fært upplæring innan bókhald og roknskaparuppseting frá grundini.
Lærutíðin er 2 ár og skúlagongdin er í Danmark.

Løn og setanartreytir annars eru eftir avtalu.

Umsóknir
Umsókn við prógvum og lívsgongdarlýsing skal sendast á teldupost: gs@gs.fo.
Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 30. november 2019.
Fleiri upplýsingar um læruplássið fáast við at venda sær til Bjørt í Grógv á tlf 59 16 11 ella á bg@gs.fo.

Um Grannskoðarastovuna
Á GrannskoðaraStovuni starvast í dag níggju fólk, tveir bókhaldarar og sjey grannskoðarar, harav tríggir eru skásettir

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.