Sjálvgreiðslan
Skriva út
NÁM
Lagt út: 21.11.19
Umsóknarfreist: 11.12.19

Ritstjóri til Nám

Vilt tú vera við til at geva út føroyskt undirvísingartilfar til lærugreinina føroyskt í hádeild fólkaskúlans?

Nám sóknast eftir dugnaligum og ágrýtnum ritstjóra til setanar 1. januar 2020 ella skjótast gjørligt. Talan er um eitttíðaravmarkað verkætlanarstarv til 31. desember 2022. Nám er stovnur undir Mentamálaráðnum. Nám veitirskúlaverkinum ymsar tænastur, sum útlán av skúlatilfari, skeið, Snar, O365, og gevur út undirvísingartilfar.
Útgávutoymið, sum ritstjórin er partur av, skrivar, týðir, tillagar og ritstjórnar undirvísingartilfar til føroyska
skúlaverkið.

Talan er um fjølbroytt og áhugavert starv í Námi við møguleikum fyri fakligari og persónligari menning, har uppgávan serliga verður at ritstjórna útgávuheild til lærugreinina føroyskt.

Arbeiðsøkið fevnir m.a. um at:
• ritstjórna undirvísingartilfar til lærugreinina føroyskt í hádeild fólkaskúlans
• finna viðkomandi føroyskt tilfar til útgávuheildina
• rættlesa
• samskifta við onnur starvsfólk um arbeiðið við tilfarinum.

Vit leita eftir einum persóni, ið hevur:
• útbúgving innan økið ella serliga viðkomandi royndir
• góðan kunnleika um bókmentir
• góðan telduførleika
• góðar málførleikar – serliga í føroyskum, men eisini í skandinaviskum og enskum
• góð samstarvsevni og førleika at arbeiða sjálvstøðugt.

Setanarviðurskifti
Vit bjóða eitt sera spennandi og avbjóðandi starv við bundnum uppgávum, ið skulu avgreiðast innan settar tíðar- og fakkarmar.

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag. Starvið er tíðaravmarkað til 31.desember 2022 við møguleika at halda fram, um tørvur er á tí.

Umsóknir og samband
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Sigfríð Sólsker, deildarleiðara í Námi, á tel. 555 171 ella telduposti sigfridur@nam.fo. Umsókn saman við avriti av prógvum, CV og møguligum ummælum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi tann 11. desember 2019 og skal sendast við telduposti til Eyðun Gaard, stjóra, á eydun@nam.fo

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.